Annað

Braslia til reiðar til fjórðingsfinaluna

Ikki allir favorittarnir í Russlandi rúka út. Brasilia vann í dag 2-0 á Meksiko í einari góðari 1/8 finalu.

Neymar legði Braslia á odda 1-0
(Mynd: EPA)

Neymar legði Braslia á odda 1-0 (Mynd: EPA)

2018-07-02 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var Suðuramerika ímóti Norðuramerika í Samara í dag, tá vinnarin av bólki E leikti ímóti nummar tvey í bólki F. Brasilia basti Meksiko 2-0 í einum góðum fótbóltsdysti, og er sum væntað víðari til áttandapartsfinaluna.

Tað var tó Meksiko, ið legði betri fyri í Samara. Meksikanska liðið kom út við nógvari ferð, aggresiviteti og trúnni uppá at tað lat seg gera at vinna á favorittinum til at vinna HM-heitið. Fyrstu løtuna kom Meksiko til nakrar góðar støður, og teir grønklæddu fingu stressa teir í gulum og bláum. Sum hálvleikurin leið, kom Brasilia betri við, og tóm so líðandi yvir. Millum annað fekk Neymar testa verjuna hjá Meksiko, og málverjan Ochoa.

Tað var málleyst, tá liðini fóru at hvíla seg, men fimm minuttir inn í 2.hálvleik kom Brasilia á odda. Neymar rak inn úr vinstru, og lat síðani Willan bóltin. Chelsea-leikarin trekti væl inn í brotsteigin, og legði síðani bóltin uppá tvørs, har Neymar kastaði seg niður og stýrdi bóltinum í tóma málið. Meksiko royndi at svara aftur, og liðið skapti nakrar fínar støður, men fekk ikki avslutta álopini ordiliga. Hjá Brasilia var serliga Willian við til at skapa vandamiklar møguleikar til at økja.

Meksiko fekk ikki lagt nakað veruligt trýst, og í 87.minutti dystinum varð áttandapartsfinalan lukkað. Meksikanarar sløsaðu í uppspælinum, Fernandino fangaði bóltin og sendi Neymar avstað. Ochoa fekk vart fyri skotinum, men bólturin rullaði víðari, og Firmino kundi seta bóltin í málið til 2-0.

Brasila vann uppiborið í Samara; liðið spældi til tíðir væl, og gav ikki upplagdar málmøguleikar burtur. Vælskipaða og dugnaliga liðið hjá Tite vann triðja dystin á rað 2-0, og nú er kvartfinala fyri framman fríggjakvøldið. Hvat mótstøðuliðið verður, gerst greitt í kvøld tá Belgia og Japan hittast.

Meksiko fer úr eftir áttandapartsfinaluna sjeynda HM-endaspælið á rað. Liðið hevur havt nakrar góðar løtur í Russlandi, og serliga tíðliga í dystinum góvu Vela, Lozano og hinir, brasiliumonnum høvuðbrýggj. Men tað var bara ikki nóg mikið í dag ímóti sterka brasilianska liðnum     

Brasilia – Meksiko 2-0(0-0)
1-0 Neymar
2-0 Roberto Fimino

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder