Tað var ein sera fegin og errin Peter Bredsdorf Larsen, sum á middegi í dag hitti føroysku og altjóða pressuna eftir dygdaravrikið á hondbóltsvøllinum í gjárkvøldið.
Venjarin brúkti sítt útlegg til at vísa á hagtøl, sum teir høvdu funnið fram, og sum vísa hvør styrkin hjá føroyska liðnum í veruleikanum var í gjørkvøldið.
- Vit spældu frálíkan hondbólt. Móti Slovenia vunnu vit í kontraspælinum. Móti Noregi stóð tað 7-7 til hvørt lið í kontraálopum. Tað er eitt óvanliga stórt avrik av okkum. Vit spældu móti eini av heimsins sterkastu hondbóltstjóðum, meðan fleiri á okkara liðið til dømis spæla í næstbestu deildini í Danmark, segði Peder Bredsdorff.
Eisini helt hann tað vera eitt gott avrik, at Føroyar einans høvdu seks ‘playing fouls’, altso mistu bóltin í álopi. Noreg hevði einans 4, sum er tekin um hvussu gott norska liðið er.
Peter Bredsdorff Larsen í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Verjuspælið fekk heiðurin
Men Peter Bredsdorff gav serliga føroyska verjuspælinum heiðurin fyri góða úrslitið.
- Vit vardu framúr væl – høvdu 11 bjargingar. Noreg fekk bert 26 mál og bert 37 skot á málið. Tað er ikki vanligt fyri eitt so stórt hondbóltsland móti einum so lítlum.
Tí rósti venjarin serliga sínum verjuleikarum fyri eitt framúr avrik, serliga tá hugsað verður um, at hetta var fyrstu ferð at nógvir av føroysku leikarunum møttu stóru stjørnunum sum Sagosen, Johannessen, Rød og hinum stórspælarunum.
Og so kundi Bredsdorff, sjálvandi, ikki lata vera við at nevna, at stórspælarin og -skjúttin Sander Sagosen einans fekk tvey mál í dystinum. Gøran Johannesen fekk eisini einans tvey í vanligum álopsspæli, hini málini hann fekk var í snarálopum.
Miðsavna seg um Poland, sum er eitt gott lið
Venjaratoymið og leikararnir eru nú farnir at miðsavna seg um at fyrireika seg til at møta Polandi í morgin. Og vónirnar eru bjartar.
- Vit síggja fram til ein stóran dyst og at gera eitt gott úrslit. Og so fara vit at hyggja eftir dystinum millum Slovenia og Noreg aftaná.
- Tað verður øgiligt, um vit vinna á Polandi, og so hava kanska 6.000 føroyskar áskoðar við okkum at stuðla slovenska liðnum, sigur Peter Bredsdorff Larsen læandi.
Men hann ávarar eisini um at seta ov stórar vónir.
- Poland er eitt gott lið. Teir hava nógvar stórspælarar, sum eftir tveir ósigrar sjálvandi fara at gera alt fyri ikki at fáa ein eyðmýkjandi ósigur afturat í kappingini, hóast vónirnar um víðari luttøku eru farnar.
Venjaraparið Peter Bredsdorff Larsen og Julian Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
Eru bara djarvir um tað gevur meining
Útlendskir fjølmiðlar undraðu seg yvir, at føroyski venjarin ikki nevndi avgerðina um at spæla 7 móti 6 longu frá fyrsta minutti. Tað var ein djørv avgerð, sum kundi endað heilt galið, helt journalisturin hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.
Bredsdorff svaraði við at vísa aftur, at teir høvdu tikið eina djarva avgerð.
- Vit eru bara djarvir um tað gevur meining, og tað gjørdi tað í gjárkvøldið.
- Eg skal viðganga, at sjálvur eri eg ikki tilhangari av 7 móti 6 spæli, tað verði eg kanska eftirhondini, legði hann afturat læandi, og grundgav:
- Tá vit hava ein heimsklassaspælara sum Elias á Skipagøtu við, so gevur tað meining. Hann er millum teir allarbestu í 7 móti 6 spæli, og tað var eisini Elias sjálvur, sum trýsti á fyri at byrja dystin soleiðis, viðgekk Peter Bredsdorff.
- Hatta var ein liðavgerð. Vit vita, at tað riggar. Og tað riggar tí okkara leikarar hava sjálvsálitið til at kunna gera tað Minst til, at vit gjørdu bert seks feilir í álopinum, hóast við lupu á við ongum málmanni.
- Hvat fingu spælararnir at vita í leikbránum tá einans 12 sekund vóru eftir, vildi EHF-journalisgurin vita.
- Satt at siga veit eg ikki hvussu tað bar til hjá okkum at vinna. Eitt heimsklassalið sum Noreg átti at fingið hasi sekundini at ganga og fingið bóltin út til horna ella okkurt líknandi. Men Elias er klókur og fangar bóltin. Hepni skal til og tað lukkaðist. Men tað var eisini uppiborið, segði Peter Bredsdorff Larsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald