Fótbóltur

Brentford - Manchester United útsettur

Koronuútbrot í hópinum hjá United er orsøkin til, at United bað um at útseta dystin. Harvið verður dysturin ikki spældur fyrrenn einaferð næsta ár.

Harry Maguire og liðfelagirnir sleppa ikki at spæla í kvøld (Mynd: EPA)

Harry Maguire og liðfelagirnir sleppa ikki at spæla í kvøld (Mynd: EPA)

2021-12-14 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár lat Manchester United venjingarmiðstøðina Carrington aftur, orsakað av nøkrum staðfestum kornutilburðum í kanningum sunnudagin. Nakrir leikarar og nakrir í venjaratoyminum eru smittaðir, og felagið sendi í gjár Premier League umbøn um at útsetta dystin.

Hendan umbønin varð gingin á møti seint í gjárkvøldið, og við tí tøttu jóla- og nýggjársskránni so er greitt, at liðini ikki spæla hendan dystin í 17. umfari fyrrenn í 2022.

Dysturin millum Brighton og Tottenham, sum skuldi verða leiktir sunnudagin, varð eisini útsettur orsakað av koronutilburðum í hópunum - serliga hjá Tottenham - og hetta fordømi varð tikið við, tá Premier League tók avgerðina um Brentford-Manchester United dystin.

Sky Sports skrivar, at met er sett hesa júst farnu vikuna, hvat koronutilburðum viðvíkur í samband við Premier League; leikarar, venjaratoymi o.s.fr. 42 útav 3,805 kanningum vóru positivar, og vaksandi talið av tilburðum kann ávirka kappingina næstu tíðina - millum annað við fleiri útsettum dystum og møguliga færri áskoðarum.

Tveir dystir verða leiktir í Premier League í kvøld. Norwich tekur ímóti Aston Villa - 19.45 - og fimtan minuttir seinni verður bríkslað í gongd í Manchester, har oddaliðið tekur ímóti Leeds.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder