Hondbóltur

Bresta saman við Bosnia-Hersegovina um HM-pláss í mai

Kosovo vann seinna dystin móti Bosnia í 2. umfari í dag, men síðstnevnda er trygt víðari til røkkstøkk-umfarið mitt í mai, har føroysku hondbóltsmenninir bíða.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2026-03-22 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur í vikuni havt venjingar í Føroyum, har millum annað fyrireikingar til HM-røkkstøkk dystirnar í mai (play-off dystir) vóru á skránni.

Myndir: Venjingardystur og vitjan í Vestmanna

Nú er endaliga greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í hesum dystunum: Bosnia-Hersegovina.

Bosnia og Kosovo, tvey lið sum ikki vóru til EM-endaspælið í januar, hava spælt í 2. umfari í undankappingini. 

Talan var um tveir dystir. Hóast Kosovo vann við fýra málum á heimavølli í dag, so var tað ikki nær námind nóg mikið hjá liðnum, sum Føroyar vóru í bólki saman við í seinastu EM-undankapping.

Hetta var tí, at Bosnia-Hersegovina vann heili 34-21 í heimadystinum hósdagin. Hetta var alt ov nógv hjá Kosovo at heinta.

Harvið skulu Føroyar og Bosnia spæla um HM-pláss í mar. Byrjað verður á útivølli 13. ella 14. mai, og 16. ella 17. mai kunnu Føroyar avgerða alt á heimavølli. Har fara føroyingar at standa sum favorittar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder