2022-12-07 10:57
Har kemur ein nýggjur útlendskur leikari at spæla við AB í 2023.
Hann er upprunaliga breti og er føddur í Blackburn í Onglandi. Hansara fótbóltsleið hevur tó ført hann víða um í enskttalandi heiminum. Síðstu árini hevur hann bæði spælt fótbólt í USA og Australia, men eftir nýggjár fær hann nýggjan fótbóltsbústað.
Tá verður hann nevniliga at finna á einum staði, har vit eftirhondini eisini eru blivin rættiliga góð at tosa enskt - tað er sjálvandi inni í Vika á Argjum.
Tann 23 ára gamli bretski vinstri bakkurin, Sam Pollard, hevur skrivað undir sáttmála við AB fyri kappingarárið 2023.
Sam hevur spælt college-fótbólt í USA, og eisini hevur hann verið í ungdómsdeildini hjá Perth Glory, ið er eitt felag í A-League í Australia, sum er besta fótbóltsdeildin í Australia. Hægsta støðið, sum hann hevur spælt á, er næstbesta deildin í Australia, har hann hevur spælt við felagnum, Perth Redstar.
Í AB kenna vit okkum vís í, at vit hava funnið ein vinstra bakk, sum fer at styrkja okkara lið og økja um kappingarførið í hópinum.
Argja Bóltfelag
Argja Bóltfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald