B36 vann fyrsta dystin í 10. umfari, og Víkingur hevði ein tíma seinni tryggjað sær trý stig. Sigrarnir vóru báðir á útivølli, men komu á heilt ymiskan hátt: B36 kom afturum á Skála, men vann síðani tepurt. Víkingur avgjørdi dystin í Fuglafirði í 1. hálvleiki. B36 hevur lagt seg á 2. plássi; Víkingur er eitt stig og eitt pláss aftanfyri. B36 hevur tvey stig upp til KÍ - Víkingur hevur trý.
(Brian Jakobsen gjørdist matchvinnari móti sínu mgomlu liðfeløgunum á Skála - Mynd: Ólavur Frederiksen)
Tveir minuttir eftir leiðslumálið hjá Niels Paula Danielsen á Skála, hevði Benjamin Heinesen javnað. Hetta var annar dysturin á rað, at kantspælarin hjá B36 skoraði. B36 var nakað omaná, og tá tjúgu minuttir vóru eftir, avgjørdi Brian Jacobsen dystin. Fyrrverandi áleyparin hjá Skála vann bóltin av verjuni, og var ísakaldur tá hann var einsamallur við Karstini Hansen. Skála megnaði ikki svara aftur og hevði ilt við at skapa upplagdar møguleikar í dag. Talan var um fjórða heimadystin á rað, sum Skála tapti - allir eru taptir við einum málið.
Víkingur fekk ikki fult móti einum av botnliðunum í seinasta umfari, tá EB/Streymur fekk stig í Sarpugerði. Í kvøld var tó eingin ivi, tá Víkingur spældi ímóti ÍF. Frá 19.minutt til 26.minutt skoraði liðið hjá Sámal Erik Hentze tríggjar ferðir, og so vóru tey trý stigini so at siga heima. Víkingarnir leiktu ein góðan dyst, og eru nú aftur á slóðini og væl við í oddastríðnum.
10.umfar:
Skála - B36 1-2 (1-1)
26' Niels Pauli Danielsen 1-0
28' Benjamin Heinesen 1-1
69' Brian Jakobsen 1-2
ÍF - Víkingur 0-4 (0-3)
19' Gunnar Vatnhamar 0-1
22' Sjálvmál 0-2
25' Andreas Lava Olsen 0-3
64' Filip Djordjevic 0-4
Støðan í Betrideildini:
1. KÍ (23 stig)
2. B36 (21 stig) *
3. Víkingur (20 stig) *
4. NSÍ (19 stig)
5. Skála (15 stig) *
6. HB (15 stig)
7. TB (8 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. ÍF (4 stig) *
10. AB (3 stig)
*Ein dyst fleiri
Sunnudagin:
10 | 19.05.19 | HB | KÍ | - | |
10 | 19.05.19 | AB | TB | - | |
10 | 19.05.19 | EB/Streymur | NSÍ | - |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald