Í gjárkvøldið var ein styrkur kunngjørdur til Team Klaksvík. Norðlýsið boðaði frá hesum.
- Brian er ein kvikur og eksplosivur spælari, ið kemur at passa væl inn í bakketuna hjá Team Klaksvík. Vit í Team Klaksvík eru glað fyri at hava fingið unga og evnaríka spælaran norð til Klaksvíkar, sigur Óli á Gravarbø, formaður í Team Klaksvík, við Norðlýsið
20-ára gamli havnarmaðurin er upppvaksin í Kyndli. Í vetur skifti Brian Slyne til KÍF, og hann gjørdist toppskjútti í grundspælinum síðsta kappingarár.
Brian Slyne fer nú at royna nakað nýtt. Bakspælarin var við U21-landsliðnum til HM-endaspælið í Týsklandi fyrr í summar.
Team Klaksvík endaði við bronsuheiðursmerkjum síðsta ár. Felagið skal eisini royna seg í Evropa næsta kappingarár.
Brian Slyne við nummar 63 eftir ein av dystunum hjá føroyska U21-landsliðnum í Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)
Brian fer at hava nummar 99 í Team Klaksvík. Her saman við Finni Hansson, høvuðsvenjara (Mynd: Norðlýsið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald