Annað

Bridge: Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr vunnu silvurkappingina

Føroya Bridgesamband skipaði leygardagin fyri árligu silvurkappingini, ið varð leikt í bridgehúsinum í Gundadali.

2025-01-12 11:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

18 pør luttóku í kappingini og leikt vóru í alt 9 umfør á 5 spøl. Leikt var eftir sonevnda swiss-leistinum, har pørini ið liggja nærmast hvørjum øðrum á stigatalvuni spæla móti hvørjum øðrum. Tó soleiðis at somu pør bert kunnu spæla eitt innanhýsis umfar. Gjørt varð upp fyri hvørt umfar, soleiðis at møguleiki var fyri at fylgja gongdini, sum kappingin leið.

Talan gjørdist um eina javna og spennandi kapping við einum tøttum oddastríði. Tá farið varð undir seinnu hálvu av kappingini løgdu Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr seg á odda, og megnaðu teir hóast harða kapping frá serliga Magna Jøkladal & Pól Egholm, og Jákup Hjaltalin & Boga Simonsen at halda fast í oddasessinum, og vinna kappingina.

Endaliga úrslitið gjørdist at Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr vunnu kappingina við 420,3 stigum (58,4%). Á øðrum plássi vóru Magni Jøkladal og Pól Egholm við 417,1 stigum (57,9%), meðan Jákup Hjaltalin og Bogi Simonsen vunnu sær triðja plássið við 408,4 stigum (56,7%). Øll úrslitini kunnu síggjast á heimasíðuni www.bridge.fo.

[object Object]

Umframt virðislønir til tey trý fremstu pørini, varð eisini latin ein virðisløn til parið, ið endaði tættast miðal, umframt tí parinum, ið fekk besta úrslitið í mun til teirra styrkital. Virðislønina fyri úrslitið tættast miðal vunnu Eyðun Anthoniussen og Robert Langgaard við 350,4 stigum (50,1%), meðan Arnleyg Mikkelsen og Marjun Restorff vunnu virðislønina fyri at fáa besta úrslitið í mun til teirra styrkital.

Næsta kapping á skránni hjá Føroya Bridgesambandi eru seinastu umførini í grundspælinum í FM-kappingini fyri lið, sum verða leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 25. januar 2025.

Føroya Bridgesamband

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder