Annað

Bridge: Árni og Balli føroyameistarar

17 pør luttóku í FM fyri pør fríggjakvøldið og leygardagin.

Gullvinnarar gjørdust Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr (Mynd: Bridge.fo)

Gullvinnarar gjørdust Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr (Mynd: Bridge.fo)

2023-04-30 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið og leygardagin var Bridgehúsið karmur um FM-kapping fyri pør. 17 pør luttóku, og spæld vórðu tilsamans 85 spøl.

Gullvinnarar gjørdust Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr. Árni og Balli lógu gjøgnum kappingina alla tíðina millum fimm tey fremstu pørini og vóru avgørt eitt av pørunum, sum fólk undan kappingini mettu sum favorittar. Eftir fyrsta umfar lógu teir fremst og ikki fyrr enn í 17. og síðsta umfari trokaðu teir seg aftur upp á fyrsta plássið.

Per Kallsberg og Jóannes Mouritsen vunnu silvur. Teir byrjaðu ikki kappingina væl og lógu leingi millum tey aftastu pørini, men við einum góðum endabresti eydnaðist teimum at taka silvurmerkini.

[object Object]
Per Kallsberg og Jóannes Mouritsen vunnu silvur (Mynd: Bridge.fo)

Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen hava verið makkarar í fleiri áratíggju og hava saman vunnið ymsar FM kappingar óteljandi ferðir. Eisini teir taldust millum favorittarnar og lógu sum nr 1 heilt frá 2. til 16. umfar. Ikki fyrr enn í allarsíðsta umfari mistu teir bæði gull og silvurmerkini og máttu hendan dagin lata sær lynda við bronsu.

[object Object]
Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen fingu bronsu (Mynd: Bridge.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder