Ársins fyrsta bridgekapping varð leikt í Bridgehúsinum í gjár, har veteranar kappaðust.
10 pør høvdu meldað seg til kappingina, og leikt vóru 36 spøl, skrivar Føroya Bridgesamband.
Tey leikandi pørini vóru: Árni M. Dam og Balli Mohr, Henriette Svenstrup og Jórun Johannesen, Danny Danielsen og Tordis Johannesen, Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen, Salomon Johansen og Bjørg Róin, Haldor Ellingsgaard og Benadicta Sólheim Ellingsgaard, Jón Rasmussen og Egil Helmsdal, Annika Olsen og Jústinus Olsen, Finnbogi Hansen og Jákup Egholm, og Arnbjørn Sivertsen og Carl Mikkelsen
Finnbogi Hansen og Jákup Egholm løgdu seg á odda í kappingini beinanvegin.
Tá tey fyrstu 12 spølini vóru leikt vóru Arnbjørn Sivertsen og Carl Mikkelsen á øðrum plássi, meðan Jón Rasmussen og Egil Helmstal høvdu vunnið seg uppá triðja pláss.
Eftir at 24 spøl vóru spæld, broyttist myndin. Finnbogi og Jákup lógu framvegis á odda við 125,0 stigum, meðan Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen høvdu spælt seg upp á ein annað pláss við 119,2 stigum og Danny Danielsen og Tordis Johannesen lógu á triðja plássi við 103,0 stigum.
Síðani var farið undir tey seinastu 12 spølini í kappingini, og tá øll 36 spølini vóru leikt varð úrslitið, at Finnbogi Hansen og Jákup Egholm vunnu FM-kappingina við 169,0 stigum.
Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen fóru av stað við øðrum plássi 167,2 stigum, meðan Arnbjørn Sivertsen og Carl Mikkelsen vunnu triðja pláss við 160,0 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald