Føroyska bridge-landsliðið hevur í døgunum 1-3. november lutikið í fjúrtandu europeisku Small Federation Games kappingini. Kappingin varð leikt í Larnaca á Kýpros.
Talan er um eina kapping sum evropeiska bridgesambandið EBL árliga hevur skipað fyri síðani 2007, og er hetta fjórðu ferð Føroyar luttaka í kappingini. Kappingin er ætlað teimum londunum, sum í bridge samanhangi eru at mett at vera eitt sindur minni enn tær størstu europeisku bridgetjóðirnar. Sammett við Føroyar er tó talan um fleiri lutfallsliga stórar bridgetjóðir. Millum luttakandi londini kunnu nevnast Kroatia, Serbia, Rumenia, Ungarn, Kekkia, Slovakia, Slovenia, Ukraina og baltisku londini.
Millum 14 og 16 tjóðir hava hava seinastu árini luttikið í hesi kapping. Hesaferð luttóku 15 lond í kappingini, sum varð skipað á tann hátt, at ein dystur varð leiktur móti hvørjum av luttakandi londunum. Sostatt skuldu leikast í alt 14 dystir yvir teir tríggjar dagarnar.
Tey tý pørini ið mannaðu føroyska liðið vóru Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen, Magni Jøkladal og Heðin Mouritsen og Dánjal Pauli Mohr og Árni M. Dam.
Føroyska liðið byrjaði kappingina væl, og eftir fimm teir fyrstu dystirnar á fyrsta leikdegi lógu Føroyar á triðja plássinum. Sum kappingin leið gjørdist greitt, at talan fór at gerast um eina sera javna og spennandi kapping, har nógv vóru um boðið til fremstu plássini. Eftir at annar spælidagurin varð lokin lá føroyska liðið á 5. plássinum við einans tveimum stigum upp til 3. plássið og fimm stigum upp til 2. plássið.
Sostatt skuldi alt avgerðast á triðja og seinasta leikdegi.
Føroyska liðið byrjaði seinasta leikdagin við tveimum lutfallsliga jøvnum dystum, og hevði hetta við sær, at liðið datt niður á 7. plássið áðrenn tveir teir seinastu dystirnar. Tó var kappingin framvegis rættiliga jøvn, so enn var møguleiki at fáa heiðursmerki.
Men hetta kravdi at seinastu tveir dystirnir skuldu vinnast – helst luftallsliga greitt. Mótstøðuliðini vóru Ungarn og Kroatia, ið mugu metast at vera tvær lutfallsliga sterkar bridgetjóðir við nógvum altjóða royndum.
Í næstseinasta dystinum eydnaðist føroyska liðnum at vinna ein rættiliga greiðan sigur á Ungarn (16,59 – 3,41). Og tá Føroyar so eisini bastu Kroatia í seinasta dystinum (15,05 – 4,95) vóru bronsuheiðursmerkini veruleiki.
Samanumtikið var talan um eitt gott og ikki minst støðugt avrik hjá føroyska liðnum, sum gjøgnum alla kappingina lá í ovara endanum. Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at Arne Mikkelsen og Bogi Simonsen gjørdust nr. 2 í sokallaðu butler-uppgerðini, ið er ein samlað uppgerð yvir hvussu øll tey 38 luttakandi pørini í kappingini kláraðu seg.
Úrslitini frá kappinngini eru at finna á hesi leinkju hjá Evropiska bridgesambandinum.
Tíðindaskriv frá Føroya Bridgesambandi
Bogi Simonsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald