Fótbóltur

Video: - Vit fara at royna at gera tað sama sum í oktober í fjør

Hýrurin í hópinum er góður, hóast tvey úrslit, sum hava verið heldur "bob-bob", sigur Martin Agnarsson. Kviki maðurin væntar meira spælitíð á vinstra vongbakki og staðfestir, at honum tørvar tíð í Svøríki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-01 19:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Martin Agnarsson kom inn til seinasta korterið í Moldova og veit ikki, hvønn leiklut hann fær móti Slovakia. Men 22-ára gamli havnarmaðurin væntar, at tað verður á vinstra vongbakki, um tað verður.

Tað var annars á vinstra vongi, at Martin Agnarsson spældi, tá hann kom inn og avgjørdi HM-undankappingardystin móti Kekkia í oktober í fjør. Nú vónar nummar 13, at Føroyar endurtaka avrikini frá oktober í fjør, tá seks stig komu til høldar í minniligari viku á Tórsvølli.

[object Object]

[object Object]
Martin fær bóltin frá Meinhardi Egilsson og skorar - og so er risa føroyskur fagnaður á Tórsvølli (Myndir: Sverri Egholm)

Hetta skal man gera eftir tvey "bob-bob úrslit", sum Martin Agnarsson skýrir tað. Serliga irða føroyingar seg eftir heimadystin móti Kasakstan, har man var betra liðið.

Sí eisini: Ikki ordiliga nøgdir við úrtøkuna higartil - kanska tørvar okkum júst avbjóðingina móti Slovakia

Nú bíðar Slovakia. Mjällby-spælarin setur orð á uppgávuna og á fyrstu tíðina í svenska felagnum, har tað ikki hevur gingið eftir vil hjá føroyinginum.

- Mær tørvar tíð. Tað er eitt hægri stig í Svøríki enn í Aahus Fremad, sigur fyrrverandi B36'arin.

Hoyr samrøðuna ovast - Føroyar spæla móti Slovakia í annaðkvøld klokkan 19.45, FM1 sigur frá, hevur Fótbóltsskýlið frá klokkan 17.15 og til ber at fylgja við á Portalinum.

-------------------------------------------------------------------------

Nations League deild C, bólkur 3
3. umfar, í morgin fríggjadagin 2. oktober
15.00: Kasakstan - Moldova
19.45: Føroyar - Slovakia

1. Slovakia 6 stig
---------------------
2. Føroyar 2 stig
----------------------
3. Kasakstan 1 stig
4. Moldova 1 stig

Ovasta liðið flytur upp í bólk B til næstu Nations League-kapping 
Næstovasta liðið skal spæla um at flyta upp

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder