Annað

Bridge: Liðið hjá Allan Dal-Christiansen eru føroyameistarar fyri lið

Seinastu trý umførini í FM-kappingini fyri lið vóru leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 23. apríl 2022.

2022-04-24 10:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kappingin hevur í ein ávísan mun verið merkt av koronafarsóttini og teimum tilmælum, sum í hesum sambandi vóru galdandi. Hetta hevur haft við sær, at FBS tók avgerð um at leika nøkur av fyrstu umførunum umvegis RealBridge-skipanina, ið inniber, at leikt verður á netinum. Hóast hetta hevur haft ávísar avbjóðingar við sær, so fegnast FBS um, at tey luttakandi sum heild hava verið sinnaði at tillaga seg umstøðurnar, soleiðis at gjørligt hevur verið at avgreiða kappingina.

Sum kappingin leið gjørdist greitt, at FM-heitið fór at standa millum verandi føroyameistarar, liðið hjá Dánjal Paula Mohr (Árni M. Dam, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum og Arne Mikkelsen), og liðið hjá Allan Dal-Christiansen (Símun Lassaberg, Pól Egholm, Magni Jøkladal, Heðin Mouritsen og Rói á Rógvu Joensen).

Liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevur sýnt eitt gott og støðugt avrik gjøgnum kapingina, og við einum rættiliga greiðum sigri í fyrstu innanhýsis oddappgerðini móti liðnum hjá Dánjal Paula Mohr kundi staðfestast, at liðið hjá Allan Dal-Christiansen hevði vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu, og tískil lá best fyri at taka FM-heitið frá verandi føroyameistarunum.

Hóast liðið hjá Dánjal Paula Mohr í seinasta umfarinum vann ein lutfallsliga tryggan sigur í oddadystinum móti liðnum hjá Allan Dal-Christiansen, so var hetta ikki nóg mikið til at taka seg framum, og sostatt gjørdist liðið hjá Allan Dal-Christiansen føroyameistarar 2022 við 214,25 stigum, meðan liðið hjá Dánjal Paula Mohr gjørdist nr. 2 við 205,59 stigum.

[object Object]

Raðfylgjan í FM-kappingini fyri lið gjørdist hendan:

  • Allan Dal-Christiansen (Símun Lassaberg, Pól Egholm, Magni Jøkladal, Heðin Mouritsen, Rói á Rógvu Joensen)
  • Dánjal Pauli Mohr (Árni M. Dam, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum og Arne Mikkelsen
  • Robert Langgaard (Bogi Simonsen, Dia Jacobsen, Jákup Hjaltalin, Arnbjørn Sivertsen, Hallberg Arnfriðsson, Hans Jacob Petersen og Marner Joensen)
  • Suðuroyar Bridgefelag (Óli Holm, André Dalfoss, Anna Olsen, Eva Sarita Berg, Margreta Borgardal, Connie Thomsen, Helgi Strøm og Arnbjørn í Smiðuni)
  • Jassarnir (Viggo Johannesen, Jógvan Horn, Øssur Winthereig, Heini Joensen, Leivur Holm og Jákup Sørensen)
  • Danny Danielsen (Rúni Mouritsen, Haldor Ellingsgaard, Mortan Sólheim Thomsen, Ingolf Joensen og Finnbogi Hansen)
  • Henriette Svenstrup (Jórun Johannesen, Carl Mikkelsen, Oluf Müller, Oddmar Danielsen, Ingibjørg Dam Hansen og Jaspur Tausen Gaard)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder