Annað

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen hevur lagt seg á odda í FM kappingini

Leygardagin vórðu fyrstu umførini í føroyameistarakappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.

2023-09-24 11:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eitt nýtt bridge-kappingarár stendur fyri framman og leygardagin 23. september 2023 vórðu fyrstu umførini í føroyameistarakappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.

Hetta kappingarárið eru 10 lið við í kappingini. Føroya Bridgesamband hevur avgjørt at skipa FM-kappingina fyri lið soleiðis, at fyrst verður leikt eitt grundspæl, har øll liðini møtast eina ferð í innanhýsis dytstum á 20 spøl. Í grundspælinum verða sostatt leiktir níggju dystir á 20 spøl.

Síðani verður farið til endaspælið, har liðini verða býtt upp í tveir bólkar. Fýra tey fremstu liðini í grundspælinum koma í A-bólkin, meðan hini seks liðini koma í B-bólkin.

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum tvær ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast tvær ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

Úrslitini frá teimum trimum fyrstu umførunum í grundspælinum vóru hesi:

Umfar 1:
Byggitilfar – Hallur Ellingsgaard, 20,00 – 0,00
Jassarnir – Blanda Bomm, 11,08 – 8,92
Rútar 7 – Henriette Svenstrup, 12,07 – 7,93
Snekkjurnar – Rinkuhúsini, 5,06 – 14,94
Jóannes Mouritsen – Dia og Kúllarnir, 18,91 – 1,09


Umfar 2:
Hallur Ellingsgaard – Dia og Kúllarnir, 0,01 – 19,99
Rinkuhúsini – Jóannes Mouritsen, 1,57 – 18,43
Henriette Svenstrup – Snekkjurnar, 13,20 – 6,80
Rúar 7 – Blanda Bomm, 20,00 – 0,00
Byggitilfar – Jarrarnir, 20,00 – 0,00


Umfar 3:
Jassarnir – Hallur Ellingsgaard, 4,07 – 15,93
Rútar 7 – Byggitilfar, 9,45 – 10,55
Snekkjurnar – Blanda Bomm, 11,08 – 8,92
Jóannes Mouritsen – Henriette Svenstrup, 18,73 – 1,27
Dia og Kúllarnir – Rinkuhúsini,13,81 – 6,19

Støðan eftir fyrstu trý umførini er hendan:

Jóannes Mouritsen 56,07 stig
Byggitilfar 50,55 stig
Rútar 7 41,52 stig
Dia og Kúllarnir 34,89 stig
Snekkjurnar 22,94 stig
Rinkuhúsini 22,70 stig
Henriette Svenstrup 22,46 stig
Blanda Bomm 17,84 stig
Hallur Ellingsgaard 15,94 stig
Jassarnir 15,15 stig

Komandi trý umførini í grundspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 5. november, og byrjað verður klokkan 12. Tá verður m.a. oddadystur millum liðini hjá Jóannes Mouritsen og Byggitilfar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder