Annað

Bridge: Liðið hjá Jóannes Mouritsen vann grundspælið í FM kappingini fyri lið

Leygardagin vóru trý tey seinastu umførini í grundspælinum í føroyameistarakappingini fyri lið leikt.

2023-11-27 09:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 25. november vóru trý tey seinastu umførini í grundspælinum í føroyameistarakappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.

Úrslitini frá teimum trimum umførunum, sum leikt vórðu hetta vikuskiftið vóru hesi:

Umfar 7:
Snekkjurnar – Hallur Ellingsgaard, 18,91 – 1,09
Jóannes Mouritsen – Rútar 7, 17,06 – 2,94
Dia og Kúllarnir – Jassarnir, 17,19 – 2,81
Rinkuhúsini – Byggitilfar, 2,32 – 17,68
Henriette Svenstrup – Blandaði Bomm, 20,00 – 0,00

Umfar 8:
Hallur Ellingsgaard – Blandaði Bomm, 17,67 – 2,32
Byggitilfar – Henriette Svenstrup, 19,00 – 1,00
Jassarnir – Rinkuhúsini, 1,37 – 18,63
Rútar 7 – Dia og Kúllarnir, 0,00 – 20,00
Snekkjurnar – Jóannes Mouritsen, 2,44 – 17,56

Umfar 9:
Jóannes Mouritsen – Hallur Ellingsgaard, 17,19 – 2,81
Dia og Kúllarnir – Snekkjurnar, 17,06 – 2,94
Rinkuhúsini – Rútar 7, 20,00 – 0,00
Henriette Svenstrup – Jassarnir, 15,77 – 4,23
Blandaði Bomm – Byggitilfar, 0,00 – 20,00

[object Object]

Endaliga støðan eftir tey níggju umførini í grundspælinum gjørdist hendan:

Jóannes Mouritsen: 165,44 stig
Byggitilfar: 144,10 stig
Dia og Kúllarnir: 126,90 stig
Rinkuhúsini: 108,20 stig
Henriette Svenstrup: 86,08 stig
Rútar 7: 76,60 stig
Snekkjurnar: 63,34 stig
Hallur Ellingsgaard: 56,24 stig
Jassarnir: 48,71 stig
Blandað Bomm: 24,39 stig

Farið verður nú undir endaspælið, og greitt er at A-bólkurin og B-bólkurin vera mannaðir við hesum liðum:

A-bólkurin: Jóannes Mouritsen, Byggitilfar, Dia og Kúllarnir, og Rinkuhúsini.

B-bólkurin: Henriette Svenstrup, Rútar 7, Snekkjurnar, Hallur Ellingsgaard, Jassarnir og Blandaði Bomm.

Liðini fáa ¼ av teimum stigum, ið hesi hava fingið í innanhýsis dystunum móti liðunum, sum koma í sama bólk, við sær til endaspælið. Byrjunarstøðan í endaspælinum er sostatt hendan:

A-bólkurin
Jóannes Mouritsen: 13,89 stig
Byggitilfar: 9,66 stig
Dia og Kúllarnir: 3,93 stig
Rinkuhúsini: 2,52 stig

B-bólkurin
Henriette Svenstrup: 18,78 stig
Rútar 7: 16,05 stig
Snekkjurnar: 12,21 stig
Hallur Ellingsgaard: 11,95 stig
Jassarnir: 10,97 stig
Blandað Bomm: 5,04 stig

[object Object]

Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum tvær ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast tvær ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.

Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.

Fyrstu umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. januar 2024, og byrja verður sum vanligt klokkan 12.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder