Annað

Bridge: Robert Langgaard og Bogi Simonsen vunnu FM-heitið

10. og 11. mai var FM kappingin fyri pør spæld í Bridgehúsinum í Gundadali – 20 pør luttóku og spældu tilsamans 95 spøl.

2024-05-12 13:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Samanumtikið var talan um eina javna og spennandi kapping, har avgerðin ikki fall fyrr enn í seinasta umfarinum.

Sum so oftá áður skiftust ymisk pør um at leggja seg á odda at byrja við í kappingini. Fríggjakvøldið skiftust hesi pørini um at taka oddasessin: Danny Danielsen & Heðin Mortensen, Árni M. Dam & Dánjal Pauli Mohr, Robert Langgaard & Bogi Simonsen, og Arne Mikkelsen & Símun Lassaberg.

Sum kappingin leið leygardagin, vóru tað einamest fimm pør, sum myndaðu oddin. Hesi vóru Arne Mikkelsen & Símun Lassaberg, Árni M. Dam & Dánjal Pauli Mohr, Robert Langgaard & Bogi Simonsen, Øssur Winthereig & Rúni Mouritsen, og Viggo Johannesen & Heini Joensen. Hugaligt at eisini lutfallsliga nýggir spælarar sum Viggo Johannesen & Heini Joensen megnaðu at mynda oddin eina løtu – samanumtikið høvdu teir eina góða kapping og gjørdust at enda nr. 8.

Tá samanum kom gjørdust tað Robert Langgaard & Bogi Simonsen, sum vóru stinnastir og vunnu FM-heitið fyri pør 2024 við 146 stigum. Silvurkrónurnar vunnu Øssur Winthereig & Rúni Mouritsen við 136 stigum, meðan Árni M. Dam & Dánjal Pauli Mohr við 125 stigum og Arne Mikkelsen & Símun Lassaberg við 104 stigum endaðu á ávikavist triðja og fjórða plássinum. Samlaða úrslitið av kappingini sæst her.

Nú fer bridgeárið at halla. Tó er ein áhugaverd altjóða kapping á skránni fyri framman. Tað er Evropameistarakappingin fyri lið, sum verður leikt í Herning í Danmark døgunum 24. juni til 4. juli 2024. Meira verður at frætta um hesa kappingina í næstum.

Føroya Bridgesamband

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder