Annað

Bridge: Símun Lassaberg loypti hvøkk á teir bestu

Í bridge er hetta sera óvanlig støða: longu eftir tvey meld at krevja øll trettan stikkini og eisini fáa tey.

Símun Lassaberg (uttan til høgru) loypti hvønn á við sínum meldi. Makkarin, Arne Mikkelsen, situr yvir av honum

Símun Lassaberg (uttan til høgru) loypti hvønn á við sínum meldi. Makkarin, Arne Mikkelsen, situr yvir av honum

2024-07-03 07:29 Author image
Innsent
placeholder

Ja, tað ber til í bridge at loypa hvøkk á hinar spælararnar og á serfrøðingarnar.

Í EM í bridge verður tað gjørt við einum meldi, sum eingin annar meldar og sum er tað allar besta, sum kann meldast.

Júst hetta gjørdi Sìmun Lassaberg í dysti móti Fraklandi í EM-kappingini í Herning í gjár.

Í bridge ræður um at melda, hvussu nógv stikk ein ætlar sær, og so taka tey. Símun Lassaberg hugdi eftir sínum trettan kortum, og longu í øðrum meldi dugdi Símun – sum tann einasti – at lesa kortini so væl, at hann meldaði, at hann skuldi hava øll trettan stikkini við kleyvara sum trumfi.

Fyri bridgespælarar er hetta sera óvanlig støða: longu eftir tvey meld at krevja øll trettan stikkini og eisini fáa tey.

Serfrøðingarnir, sum skrivaðu um bridge fingu ein hvøkk og funnu stóru orðini fram:

”Hetta spælið, sum Lassaberg meldaði, minnir meg um framúrskarandi filmstónleikin hjá Elmer Bernstein til hin kenda ”westernfilmin”, serliga overtúruna, sum reisir seg dramatiskt til eitt klimaks”, skrivaði blaðstjórin á bridgeblaðnum á staðnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder