Nýggja venjaraparið, ið skal taka sær av besta liðnum hjá danska fótbóltsfelagnum, Lyngby Boldklub, er nú funnið.
Tað verða Andreas Bjelland og Mikkel Jespersen, ið skulu venja besta liðið, skrivar Lyngby Boldklub í tíðindaskrivi.
Í oktober boðaði felagið frá, at Andreas Bjelland og føroyingurin Dan Brimsvík skuldu vera fyribils venjarapar fram til ársskiftið.
Við setanini av Mikkel Jespersen, verður Dan Brimsvík ikki longur partur av hópininum, sum tekur sær av besta liðnum hjá Lyngby. Nú danska fótbóltskappingin er í vetrarstøðgi, liggur Lyngby á fyrsta plássi í næst bestu donsku deildini.
Dan Brimsvík, ið hevur vant B36 og 07 Vestur í bestu føroysku fótbóltskappingini, gjørdi í summar sáttmála við Lyng við starvsheitinum ‘head of coaching’. Áðrenn hann flutti heim til Føroyar at taka sær av besta liðnum hjá B36, var hann eisini knýttur danska felagnum sum ungdómsvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald