Oyggjaleikir 2019

Bronsa til Teresu

Fyrstu ferð nakrantíð at ein kvinna luttekur í hæddarlopi fyri Føroyum á oyggjaleikum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-10 18:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað væl - heilt væl - hjá Teresu Fríðriksdóttir Bláhamar, tá hon skuldi royna seg í hæddarlopi á oyggjaleikum, sum tann fyrsta føroyska kvinnan nakrantíð.

18 ára gamla havnardaman legi hart út, og leyp høgt. Vindurin tóktiskt at órógva eitt sindur, tá Teresa skuldu leypa, men alíkavæl gekk tað væl. Hon var millum fýra tær síðstu eftir áðrenn tað miseydnaðist.

Eina løtu var ógreitt um hon fór at vinna nakað heiðursmerki, men tá avtornaði lógu Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar og Amy Davis úr Orknoyggjunum javnar við hæddini 1:56. Lucy Holden úr Hetlandi gjørdist nummar tvey við 1.59, meðan høga Teele Treiel úr Saaramaa vann við 1.74

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder