2024-06-22 15:28
Fríggjadagin leyp Tórur Mortensen longdarlop á DM-ugen á torginum í Herning.
DM-ugen er tiltak, sum Dansk Idrætsforbund (DIF) skipar fyri hvørt summar, har nógvar ítróttagreinar halda teirra meistaraheiti – í ár heili 40 ítróttagreinar.
Longsta lopið hjá Tóri var 7,45 m, og hetta er persónligt met, bronsa í kappingini um danmarksmeistaraheitið og føroyskt met, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.
Í Føroyum hevur Tórur vant í Hvirluni, men í dag býr hann í Aarhus, og venur við Aarhus 1900.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald