Hálvfinalan gjørdist endaplássið hjá landsliðsleikarunum Miriam í Grótinum (HBF) og Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) í luttøku teirra í Yonex Finnish International 2024.
Kappingin er góðkend av Badminton World Federation sum partur av teirra sonevndu Future Series.
Í hálvfinaluni møttu føroyska kvinnuparið yvirvøldini í einum sera sterkum pari úr Avstralia, har tann eina er fødd í Japan í 1996 og hevur vunnið nógv gull heiðursmerkir í altjóða kappingum áður. Avstralska parið er nummar 185 á støðulistanum hjá BWF, har Miriam og Bjarnhild vóru nummar 614 áðrenn hesa kappingina.
Avstralska parið vann hálvfinaluna í tveimum settum 21-12, 21-7.
At luttaka regluliga í altjóða góðkendu kappingunum hjá BWF er lutfalsliga nýtt hjá føroyskum badmintonleikarum. Og hetta er soleiðis fyrstu ferð, at føroyskir leikarar enda í topp 3.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald