Í 2. umfari var KÍ í trupulleikum í nógva vindinum við Stóra. Jóannes Bjartalíð hevði lagt útiliðið á odda við beinleiðis frísparki í viðvindinum í 1. hálvleiki, Frederik Mehder sá ikki gott út í støðuni, men TB javnaði við brotssparki, og tá tríggir minuttir vóru leiktir av yvirtíðini var 1-1. So valdi Rasmus Møller at hála í armin hjá innskifta Borisi Dosljak, júst sum hann var komin inn í brotsteigin, og Bjartalíð var sera tryggur úr ellivu metrum, og tað endaði 2-1 til KÍ.
KÍ hevði trupulleikar við Stóra fyrr í ár, har tað tó eisini endaði við 2-1 sigri til teir í bláum. Avgerandi málið kom eftir eitt stórt trýst og eitt brotsspartk (Mynd: Bjartur Vest)
Í gjár var TB púra óvæntað omaná fyrra helmingin av 1. hálvleiki í Klaksvík. Liðið hjá Micheal Winter var nógv meira ágangandi en føroyameistararnar, ið ikki fingu sett seg á spælið, og Samudeen Musah hevði tveir stórar møguleikar, áðrenn leiðslumálið kom. Tað gjørdi tað í 18. minutti, og tað var eftir, at bólturin stakk til áleyparan úr Ghana. Hann skeyt, Kristian Joensen bjargaði, men bólturin stakk út til John Villi Leo, ið ótarnaður kundi seta bóltin í eitt so at siga tómt mál. Linjuverjin koyrdi flaggið upp, áðrenn hann skjótt koyrdi tað niður aftur í støðuni, og hetta østi onkrar av KÍ-leikarunum. Hetta komst helst av, at hjálpardómarin í fyrstu syftu helt, at bólturin kom innum til Musah frá einum TB-leikaria - í so fall hevði verið rætt at dømt rangstøðu - og ikki umvegis Patrik Johannesen, sum hann veruliga gjørdi.
KÍ vendi aftur einum dysti og avgjørdi seinastu løtuna
KÍ tók skjótt meira yvir, men skapti ikki nógvar opnar møguelikar í opnum spæli móti einum vælskipaðum TB-liðið, ið arbeiddi gróthart. Tað var umvegis deyðbóltar at tær flestu og bestu støðurnar komu ígjøgnum dystin. Páll Klettskarð rakti yvirleggjaran, og Mehder bjargaði royndi frá einum púra fríum Bjartalíð mitt frammanfyri málinum. Í 2. hálvleiki var innskifti Jonn Johannesen sera nær við, men hetta var aftaná, at heimaliðið hevði javnað. Horna varð tikið stutt, Patrik slapp at snara stutt inni í brotsteignum og legði væl innfyri málið, har Jákup Biskopstø prikaði bóltin í málið. Í øllum hesum førunum var talan um hornaspark úr høgru.
KÍ skuldi stríðast nógv fyri tí móti TB, ið var á odda í hálvleikinum við Djúpumýrar (Mynd: Sverri Egholm)
Í KÍ-leguni var lætti í gjárkvøldið, eftir at Jóannes Bjartalíð við brotssparki tryggjaði føroyameistarunum trý stig (Mynd: Sverri Egholm)
TB hevði lítið og einki at bjóða uppá frameftir í 2. hálvleiki, men hugsavnaði seg eftir 1-1 málið, sum kom í 52. minutti, um at verja stigið heim. Tá eitt lítið korter var eftir, hendi tað sum ikki skuldi henda hjá TB. Ole Erik Midtskogen var sendur avstað, og beint innanfyri brotsteigarmarkið í vinstru síðu fór norski áleyparin um koll. Alex Troleis ivaðist ikki - hann peikaði á blettin. Í fyrstu syftu sá tað ikki greitt út, og tá hugt verður eftir sjónbandsupptøkunum sæst, at Mehder boksar bóltin burtur beint áðrenn hann rakar Midtskogen. Danski málverjin satsaði heldur nógv í støðuni, men tað er eingin ivi um, at tað var bóltur fyrst. Bjartalíð spældi ikki á tí høga støðinum, sum hann oftast er á, í gjár, men 10' arin var, eins og í Trongisvági 16. mars, ísakaldur úr ellivu metrum. Ársins leiakari í fjør er javnsettur toppskjútti við Petur Knudsen. Báðir hava átta mál - Jóanens Bjartalíð hevur seks mál frá brotssparksblettinum (hevur misnýtt eitt) og bert eitt úr opnum spæli.
TB fekk ikki trýst KÍ seinastu løtuna, ið fekk trý kærkomin stig á einum minni góðum degi, har liðið tó hevði nóg nógvar møguleikar til at vinna dystin. Annan dystin á rað vendur teir bláu 0-1 til 2-1 eftir eitt mál ímóti tíðliga í dystinum. Nú bíðar HB í steypkappingini mikudagin. TB tekur ímóti ÍF, og kann taka fleiri góð ting við frá dystinum í gjárkvøldið
Enn einaferð tepurt hjá NSÍ - tryggir sigrar til Víking og B36
Í seinasta dystinum í umfarinum var NSÍ stórfavorittur móti EB/Streymi. Tað kom bert tað eina málið í dystinum, og tað skoraði Salmundur Bech stutt fyri stegðin. Heimaliðið skapti nakrar góðar møguleiakr ígjøgnum dystin, men EB/Streymur gjørdi tað trupult fyri runavíkingar, og Klæmint Olsen og Petur Knudsen vóru ikki so skarpir hesuferð. Annað umfarið á rað vann NSÍ tepran sigur á einum av botnliðini og er framvegis av álvara við í stríðnum um FM.
Tað er B36 eisini. Árstalsfelagið vann 4-0 á Argjum eftir sera sannførandi avrik. Øll málini vóru á hvør sín hátt væl útførd, hóast mál nummar tvey og fýra komu eftir mistøk í AB-verjupartinum, og tað vóru fýra ymiskir málskjúttar - allir liggja í topp-tíggju yvir málskjúttar í Betridieldini, og B36 hevur skorað flest mál: 33 - tað eru trý fleiri enn KÍ og fimm fleiri enn HB. Einki mál er farið inn seinastu tríggjar dystirnar. Tað seinasta fór inn móti NSÍ 16. juni. Júst NSÍ hevur latið heili sjey mál færri inn enn NSÍ, ið er greitt best á tí økinum - bert seks mál eru farin inn hjá runavíkingum fyrstu ellivu umførini.
Sonni Ragnar Nattestad spældi ikki í gjár vegna skaða, men B36 helt nullið á Argjum. Tað gjørdi NSÍ eisini móti EB/Streymi - fyri sættu ferð í ár (Mynd: Sverri Egholm)
Á Skála var alt avgjørt, tá 18 minuttir vóru leiktir. Tá hevði fyrrverandi Skála-leikarin, Jákup Johansen, lagt útiliðið á odda - eftir upplegg frá einum øðrum strandingi, Ara Olsen, og eitt málmansdropp frá Bárði á Reynatrøð, ið er útleigðaur frá júst Víkini - og vunnið eitt brotsspark, ið Lukasz umsetti. Atli Gregersen hevði eisini skorað úr ellivu metrum. Beint fyri steðgin økti Vukasin Tomic í samband við hornaspark. Víkingur hevði hesaferð ongar trupulleikar av at basa eitt av lægru liðunum og er aftur í topp-fimm. Skála kom betri við í 2. hálvleiki, og átti eitt klokkuklárt brotsspark, tá innskifti Noah Mneney bjargaði á strikuni við alboganum, sum var nakað útfrá kroppinum. Hvørki Rani Andrasson Skaalum ella hjálpardómarin í síðuni lótu við seg koma.
Víkingur hevur í ár skorað níggju mál í tveimum dystum móti Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)
11. umfar í Betrideildini
KÍ - TB 2-1 (0-1)
18' John Villi Wøldike Leo 0-1
52' Jákup Biskopstø Andreasen 1-1
78' Jóannes Bjartalíð (br.) 2-1
Myndir: KÍ - TB
NSÍ - EB/Streymur (1-0)
37' Salmundur Bech 1-0
AB - B36 0-4 (0-1)
10' Michal Przybylski 0-1
46' Árni Frederiksberg 0-2
66' Sebastian Pingel 0-3
86' Meinhard Egilsson Olsen 0-4
Skála - Víkingur 0-4 (0-4)
10' Jákup Johansen
14' Lukasz Cieslewicz (br.)
18' Atli Gregersen (br.)
45' Vukasin Tomic
ÍF - HB 1-2 (1-1)
5' Hans Jákup Lervig 1-0
28' Mathias Nygaard 1-1
66' René Shaki Joensen 1-2
HB sigraði á Varmakeldu
Myndir: ÍF - HB
Hilmar Leon: Tað viktigasta eru trý stig
Hans Jørgen: Nakað hundans lort
Støðan:
1. HB (28 stig)
2. NSÍ (26 stig)
3. KÍ (26 stig)
4. B36 (25 stig)
5. Víkingur (17 stig)
6. ÍF (16 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
8. TB (6 stig)
9. AB (4 stig)
10. Skála (1 stig)
Komandi umfar:
12
|
12-07-2020
|
|
-
|
|
||
12
|
12-07-2020
|
|
-
|
|
||
12
|
12-07-2020
|
|
-
|
|
||
12
|
12-07-2020
|
|
-
|
|
||
12
|
12-07-2020
|
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald