Nógvur landsliðsótbóltur er á breddanum næstu dagarnar. U19-kvinnurnar eru í hesum døgum til innleiðandi EM-undankapping í Litava, A-landsliðið við monnum skal spæla tveir dystir í UEFA Nations League hesa vikuna, 19-dreingirnir fara næstu dagarnar til innleiðandi EM-undankapping í Írlandi, og U21-landsliðið skal 12. og 16. oktober spæla á heimavølli móti Litava, og á útivølli móti Danmark.
Sutt eftir at Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hevði kunngjørt hópin til komandi dystir, komu tvey avboð, og nú eru eisini tvey avboð á U19- og U21-landsliðunum, skrivar FSF á heimasíðu síni.
U19
Victor Emil Henriksen, ið hevur føroyskar røtur, og sum til dagligt spælir við Hvidovre í Danmark, hevur givið avboð vegna skaða. Í staðin hevur Jógvan Martin Olsen sent boð eftir Pætur T. Skipanes úr NSÍ, sum herfyri spældi sín fyrsta dyst, og skoraði sítt fyrsta mál, á besta liðnum hjá runavíkingum.
Umframt Føroyar og Írland, vera Bosnia-Hersigovina og Holland eisini við í kappingini, sum verður í Írlandi frá 10. til 16. oktober.
U21
Føroyska U21-landsliðið hevur tveir dystir eftir í hesari undankappingini, har úrtøkan higartil er blivin til seks stig. Men til komandi dystir verður venjarin, Eli Hentze noyddur at síggja burtur frá Erlendi Magnusson úr B36.
Erlendur hevur ein lítlan skaða at dragast við, og verður tí ikki tøkur til landsliðsfótbólt í næstum. Í staðin hevur U21-venjarin úttikið ein annan B36'ara, nevniliga Hugin Samuelsen.
Fríggjadagin 12. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Litava U21-landsdyst á Svangaskarði. Í hesum sambandi skipar Skansin fyri ókeypis bussferð úr Havn til Toftir, og suður aftur aftaná. Koyrt verður frá Svimjihøllini í Gundadali klokkan 15:15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald