Flytingarvindeygað í Føroyum lat upp í dag. Longu eru ymiskar flytingar kunngjørdar, meðan fleiri eru í væntu.
Nakað av fokus hevur verið á TB og Stefan Radosavljevic. 18-ára gamli leikarin hevur spælt fast tvey tey undanfarnu kappingarárini, men í ár hevur hann veruliga gjørt vart við seg sum profilurin hjá sínum liðið og sum eitt av mest spennandi nøvnunum í føroyskum fótbólti. Bolt.fo skrivaði í seinastu viku - dagin eftir at Stefan hevði skoraði í sínum fyrsta U21-landsdysti - at tað tyktist heilt vist, at Stefan fer at skifta til B36 eftir summarsteðgin. Hetta hevði leikarin sjálvur ongar viðmerkingar til.
(Stefan - her við Stóra - Mynd: Jan Smedemark)
Vit tosaðu við formannin hjá TB í dag. Henrik Thomsen váttar, at stórur áhugi er fyri Stefani, men at einki er komið uppá pláss enn. TB hevur givið leikaranum loyvi at taka eina avgerð um, hvar hann skal spæla eftir summarsteðgin; sambært Henriki verður hetta møguliga í barndómsfelagnum, men at tað er upp til leikaran, ið tó framvegis er sáttmálabundin til TB.
Henrik Thomsen vónar at hetta, eins og framtíðin hjá Luc Micheal Jeggo, kemur uppá pláss skjótt. Avstraliumaðurin hevur higartil mest gjørt vart við seg á Argjum, har hann skoraði bæði málini hjá TB í 2-2 javnleikinum og síðani fekk beinleiðis reytt kort. Í morgin er hann tøkur aftur, men tað er ivasamt, um hannn heldur fram í seinnu hálvu. Henrik Thomsen sigur, at álopskendi leikarin hevur ein klasul í sáttmálanum sum sigur, at kann skifta um aðrir møguleikar uttanlands koma, og at hann møguliga útloysir hendan.
(Luc Micheal Jeggo; her í dysti fyri Florø sum hann spældi við, áðrenn hann kom til TB)
TB hevur smalan hóp, og formaðurin hjá aldursforsetanum í føroyskum fótbólti váttar, at arbeitt hevur verið uppá at styrkja um hópin. Ein danskur leikari hevur verið til royndarvenjing í eina viku. Nú verður arbeitt við at fáa sáttmála við hann - talan er um miðvallara, sum í løtuni spælir í triðbestu donsku deildini.
Nakrir gamlir kenningar verða eisini at síggja í TB-troyggjuni - íhvussu er í nakrar dystir. Rógvi Joensen var í nøkur ár liðformaður og profilur við Stóra. Hann kemur heim í starvsvenjing nú, og um hann sleppur av sínar skaðatrupulleikar, so spælir hann fyri TB í seinnu hálvu. Heine Mortensen, ið eins og Rógvi spælir fyri ÍF Føroyar, er tøkur teir fyrstu fýra dystirnar eftir steðgin. Ragnar Tausen og Arthur Djurhuus Poulsen lesa á Jútlandi, og teir báðir verða helst við teir fyrstu fimm dystirnar eftir summarsteðgin.
Tað liggur harvið í kortununum, at hesir mennirnir fara at lata seg í svørtu og hvítu troyggjuna í nakrar dystir eftir steðgin og harvið breiðka um hópin hjá barndómsfelagið í eina tíð. Henrik Thomsen sigur eisini við Portalin, at liðformaðurin Poul Ingason verður tøkur aftur eftir summarstegðin. Hann breyt armin og spældi seinast í apríl, so tað verður sum at fáa ein nýggjan leikara í hópin, tá liðformaðurin er við aftur.
TB er í løtuni á 7.plássið við 12 stigum - átta stig frá niðurflytingarstrikuni. Tvøramenn taka ímóti B36 í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald