U21 landsliðið hjá Føroyum byrjaði sína EM-undankapping á Svangaskarði í gjárkvøldið, har Kasakstan var á vitjan. Tað gjørdist talan um eitt 3-1 tap og uppibornan sigur til útiliðið, ið kom á odda beinanvegin
Les meira um dystin her
Eitt av ljóðspunktunum hjá Føroyum var Stefan Radosavljevic, ið kom inn til sín fyrsta U21-landsdyst, tá lítið korter var eftir. Stefan hevur havt eitt sera gott kappingarár fyri TB, og um hugt verður eftir bert málum, so hevur áleyparin syrgt fyri helminginum av stigunum, ið tvøramenn hava fingið. Í gjárkvøldið minkaði hann um munin, til 1-2 eftir smáar tíggju minuttir á vøllinum, við góðum málið.
Málið hjá Stefani rakk ikki til stig, men tað var merkisvert á ymsan hátt. Um hugt verður eftir málskjúttum hjá Føroyum U21 ígjøgnum tíðina, so eru teir flestu 20 ár ella eldri. Ikki nógvir eru tannáringar, men eitt av feskastu dømunum áðrenn Stefan er Poul Ingason. Hesir eru báðir uppvaksnir í TB, og spæla á sama liði á triðja árið.
(Stefan fegnast her um málið saman við Adrian Justinussen - Mynd: Sverri Egholm)
Poul breyt av álvara ígjøgnum í 2013, har hann skoraði sjey mál í Betrideildini. 17-ára gamli áleyparin við nógvu styrkini gjørdi eisini bart, tá hann fekk møguleikan á U21. Hann skoraði útjavandi málið ímóti Rumenia á Svangaskarði í yvirtíðini og gjørdist yngsti málskjútti á U21-landsliðnum nakrantíð. Tá var Poul næstan fýra mánaðir frá at fylla 18. Málið hjá innskifta TB-leikaranum var tað seinasta, ið Føroyar skoraðu í fyrsta dystinum í einari undankapping.
Myndir frá dystinum í gjár
Hetta broytti Stefan uppá í gjár. Hann er partur av yngsta árganginum, ið var umboðaður hjá Føroyum í gjár (2000-árganginum). Stefan er bert 18-ára gamal - hann fyllur 19 í september. Hann er harvið triðyngsti málskjúttin hjá U21-landsliðnum, ið hevur luttikið í seks undankappingum, frammanundan henni sum júst er byrjað. Jóan Símun Edmundsson var bert 17-ára gamal, tá hann við frálíkum stútara søkti russisku bjørnina í Gundadali í juni 2009. Jóan Símun var tá ein stóran mánað frá at fylla 18 og harvið næstyngsti málskjúttin í søguni hjá U21-landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald