Fótbóltur

Stefan nógv virði fyri TB

Ungi álopskendi leikarin hevur skorað seks av teimum tíggjum málunum hjá sínum felagi, og hann hevur harvið tryggjað TB seks stig.

Stefan Radosalvjevic hevur higartil verið mest umráðandi leikarum hjá teimum í svørtu og hvitu strípunum (Mynd: tb.fo)

Stefan Radosalvjevic hevur higartil verið mest umráðandi leikarum hjá teimum í svørtu og hvitu strípunum (Mynd: tb.fo)

2019-05-29 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan kappingarárinum var nógv óvissa umkring TB, ið eftir at Suðuroyar-samstarvið steðgaði, hevði tunnan hóp, sum fleiri óroyndir leikarar og leikarar við ókendari góðsku undan kappingarbyrjan nú manna. Felagið setti eisini venjaran Zoran Pavlovic relativt seint. Í elsta felagnum í Føroyum eru ermarnir tó rullaðar upp, trúgvin uppá tingini er har, og TB hevur staðið seg væl fyrstu 11. umførini. Við 1-0 sigrinum á ÍF sunnudagin hevur TB 12 stig, er heili átta stig frá niðurflytingarstrikuni og bert trý stig frá Skála og 6. plássinum. 

Einsamalla málið við Stórá sunnudagin kom í 79. minutti, og ikki óvæntað var tað frá Stefan Radosavljevic. 18-ára gamli áleyparin smekkaði bóltin framvið Peturi Meinhard Magnussen við vinstra beininum, tryggjaði TB trý stig og kom harvið uppá seks mál í tíggju dystum í Betrideildini. Stefan hevði leikbann á Argjum dystum frammanundan, har TB spældi javnt. Fyriuttan hetta stigið, er heimadysturin móti EB/Streymi í 4. umfari einasta ferðin, har TB hevur fingið stig uttan mál frá Stefani. Tá skoraði Poul Ingason einsamalla málið.

[object Object]
(Stefan sum 16-ára gamal í dysti fyri TB/FCS/Royn móti Skála - Mynd: Bjartur Vest)

Um hugt verður bert eftir málum, so hevur Stefan syrgt fyri seks stigum til tvøramenn. Uttan hansara útjavnandi mál móti HB og ÍF hevði TB einki stig fingið teir báðar dystirnar og uttan málið sunnudagin og mál í 1. umfari móti AB, hevði TB verið tveir sigrar og fýra stig fátækari: 

1. umfar: Stefan skorar til 2-0 í 2-1 í heimasigrinum á AB = 3 stig - Uttan málið : 1 stig
2. umfar: Stefan skorar til 1-0 og 2-2 (seint í dystinum) í javnleikinum í Fulgafirði = 1 stig - Uttan málini: 0 stig
5. umfar: Stefan javnar til 1-1 í 90. minutti í heimadystinum móti HB = 1 stig - Uttan málini: 0 stig
11. umfar: Stefan skorar einasta málið í heimasigrinum á ÍF = 3 stig - Uttan málið = 1 stig

Tað eru nógv viðurskifti í dystum uttan mál, ið eru týdningarmikil, men tað eru málini ið telja, og Stefan Radosavljevic hevur sambært hesum roknistykkinum gjørt TB seks stig ríkari. Uttan málini frá evnaríka leikaranum hevði TB bert fingið tvey stig hesar fýra dystirnar ístaðin fyri átta og harvið havt seks tilsamans. Stefan hevur harvið syrgt fyri helmingin av stigunum hjá TB í ár (liðið hevur 12) og skorað yvir helvtina av málunum hjá TB í ár: 6 útav 10 (60 %) Hann hevur skorað eitt mál, í 2-1 ósigrinum á Víkingi, ið "ikki hevur talt". Umframt hetta minkaði Stefan um munin til 5-1 í fjórðingsfinaluni í steypakappingini á Skála. 10'ari hjá TB hevur lagt upp til tvey mál í Betrideildini.

Umframt málini hevur Stefan leikt væl. Undan kappingarárinum segði hann við Portalin í upptakssamrøðu, at hann hevði góðar vónir til kappingarárið, har hann vildi ganga á odda og gera mun fyri barndómsfelagið, og prógva nakað fyri m.a. teimum ið væntaðu, at TB fór niður í næstbestu deildina eftir kappingarárið. Higartil hevur 18-ára gamli Stefan Radosavljevic, ið longu hevur leikt 57 dystir í Betideildini, sannliga liva upp til hetta.

Les eisini: Stefan Radosavljevic: Eri ikki bangin fyri at ganga á odda



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder