10. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd. Stórur spenningur er undan kappingarárinum, og í hesum døgum hava vit á Portalinum upptaktir við umboðum frá øllum feløgunum.
Tað er aftur ein nýggjur kapittul hjá elsta fótbóltsfelagnum í Føroyum. Eftir tvey ár í samstarvið við FC Suðuroy og Royn um lið í fremstu deildini skal TB aftur standa á egnum beinum í bestu deildini.
Eftir at samstarvið slitnaði í november, hevur TB fyrireika seg við at royna at fáa leikarar inn og við at finna ein venjara. Tað varð 52-ára gamli serbin, Zoran Pavlovic, ið varð settur mitt í januar. Sambært Stefan Radosavljevic kemur hann inn við nógvum dygdum, eins og nýggju leikararnir:
Ja, tað gekk eitt sindur seint við at seta venjara i starv, men eg haldi at hann kann læra okkum nogv, og Zoran er sera tydningarmikil fyri okkum. Vit hava mist leikarar, men eisini fingið nýggjar inn, sum eftir mínum perspektivi eru sera góðir og kunnu hjalpa okkum nogv.
Álopskendi leikarin nevdir nakrar dygdir, ið nýggja TB-liðið fer at royna at vísa:
- Tit koma at síggja eitt TB-lið, sum fer at royna at spæla bólt og sum kemur at arbeida inntil sidsta minut; eitt lið sum kemur at arbeida gróthart fyri at vinna dystir og fáa gott urslit, tá kappingin er liðug.
Hann er av serbiskari ætt, men er uppvaksin á Tvøroyri. Stefan er sonur Sasha Radosavljevic, ið spældi fyri TB í nøkur ár um aldarskifti, millum annað tá Zoran Pavlovic var venjari hjá TB fyrru ferð. Stefan hevur spælt í TB øll síni ungdómsár:
- Í mínari verð so er tað sera týdningarmikið, at hava eitt Suðuroyarlid i bestu deildini. Tá tosið eg serliga um TB, av tá at TB er elsta lið i Føroyum og hevur eina stóra søgu aftanfyri seg.
Stefan gjørdi vart við seg á søguliga U17-landsliðnum, ið spældi seg til EM í 2017. Hann spældi allar dystirnar í undankappingini og í sjálvum endaspælinum - 9 tilsamans. Stefan Radosavljevic er eisini skrásettur fyri tíggju dystir á U19-landsliðnum. Hann sló ígjøgnum í Betrideildini undir Maurice Ross í 2017, har hann millum annað skoraði tvey mál í Sarpugerði ímóti føroyameistarunum.
Hóast hann bert er 18-ára gamal, hevur Stefan spælt 53 dystir og skorað 9 mál í Betrideildini og í steypakappingini. Nú er hann til reiðar, at vera ein lyklaleikari fyri eitt TB-liðið við lítlari breidd og fáum royndum:
- Eg eri ungur, men ikki bangin fyri at ganga á odda og leiða TB til góð úrslit. Eg taki hetta árið, sum tað kemur og hopi at felagið kemur at fáa úrslit og vísa teimum, sum ár eftir ár meta at TB flytir niður i næstbestu deildina, nakað. Eg føli eitt trýst, men eri sera spentur til kappingarbyrjan
Les eisini:
Rógvi Egilstoft Nielsen: Maður kemur í mans stað
Fótbóltur
Stefan Radosavljevic: Eri ikki bangin fyri at ganga á odda
18-ára gamli tvørámaðurin metir, at tað hevur alstóran týdning at TB er í fremstu røð, og er nú til reiðar at stríðast fyri felagið í 2019.
Stefan Radosavljevic, her sum bert 16 ára-gamal, í dysti fyri TB/FCS/Royn
2019-03-05 17:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald