Fótbóltur

Rógvi Egilstoft Nielsen: Maður kemur í mans stað

Liðformaðurin hjá EB/Streymi er til reiðar at taka ábyrgd á einum liðið ið hevur mist týðandi leikarar, og sum skal skipa seg til nýggja kappingarárið.

Rógvi Egilstoft Nielsen - her í nærdyst við Andreas Lava Olsen
(Mynd: Sverri Egholm)

Rógvi Egilstoft Nielsen - her í nærdyst við Andreas Lava Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-04 20:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd. Stórur spenningur er undan kappingarárinum, og í hesum døgum hava vit á Portalinum upptaktir við umboðum frá øllum feløgunum.

Frá 2006 til 2012 var EB/Streymur heilt frammi í oddinum í føroyskum fótbólti. Liðið vann tvey FM og tríggjar steypafinalur. Umframt hetta fekk evnaríka liðið nøkur góð úrslit í Evropa og sjey silvurheiðursmerki (fimm í landskappingini og tvey í steypakappingini) 

Seinastu árini hevur felagið havt tað meira trupult, og í 2016 var EB/Streymur í næstbestu deildini. Í fjør fekk EB/Streymur 11 stig færri og endaði eitt pláss lægri enn sum uppflytari í 2017. Undan hesum kappingarárinum hevur liðið mist lyklaleikarar. Stinni miðverjin Oddur Á. Højgaard er farin til NSÍ, og vandamikli Pætur J. Petersen er farin til HB. Sera royndu og nógv vinnandi Hans Pauli Samuelsen og Marni Djurhuus eru farnir, og miðverjin Andras Olsen er úti alt kappingarárið við krossbandsskaða.

Liðformaðurin Rógvi Egilstoft Nielsen hevur verið í felagnum síðani 2013, og vágamaðurin hevur spælt 163 dystir fyri EB/Streym. Sterki leikarin sigur, at har eru fleiri um boðið at traðka til, nú liðið hevur mist á nógvum plássum: 

- Ja, nakrir týðandi leikarar eru farin. Men, sum man plagar at siga: "Maður kemur í mans stað". Tað eri eg sikkur uppá, at eisini kemur at henda hjá okkum. Vit hava nógvar leikarar, sum eru klárir at taka av møguleikanum.

Eitt annað nýtt á Eiði í ár er, at ein eiðsmaður er við róðrið. 42-ára gamli Jákup Martin Joensen avloysir Heðin Askham, ið hevur verið høvuðsvenjari tvey tey seinastu árini. Sambært Rógva, er talan um venjara, ið setur høg og greið mál: 

- Jákup Martin er ein venjari, sum krevur nógv av spælarunum og samstundis eisini sær sjálvum. Hann leggur serliga dent á, at liðið arbeiðir hart og er væl skipað.

Á vøllinum skal 26-ára gamli leikarin ganga á odda, og tað følir henn seg væl við: 

- Sjálvandi liggur eyka ábyrgd á mær, men tað er eingin trupulleiki. Meira tað er upp á spæl, stuttligari er tað.

Rógvi Egilstoft við ikki seta nakra ávísa plasering á, men viðvíkjandi málinum hjá EB/Streymi fyri 2019 sigur liðformaðurin soleiðis: 

- Málið er, at vit klára at vísa rætta hugburð og eru væl skipaðir hvørja ferð, vit fara á vøllin. Um vit skulu klára tað, so má hvør einstakur leikari taka ábyrgd og geva alt

Hagtøl: FaroeSoccer

Les eisini: 
Gunnar Vatnhamar: Vit vóru "lost" í fjør
Ólavur Mikkelsen: Hevði verið stuttligt at vunnið seg fram á stigatalvuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder