10. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd. Stórur spenningur er undan kappingarárinum, og í hesum døgum hava vit á Portalinum upptaktir við umboðum frá øllum feløgunum.
Eftir seks á rað við steypi hvørt ár (2012-2018) og níggju ár við evropeiskari luttøku, endaði Víkingur á 5. plássið í fjør - 12 stig aftanfyri nummar 4 - og harvið uttanfyri evropeiskum plássi. Kappingarárið var miseydnað uppá nógvar mátar. Maurice Ross varð uppsagdur eftir 11 umfør, Sigfríður Clementsen kom síðani til og fekk nøkur góð úrslit, men eftir 12. august vann liðið ongan dyst.
Nú er Sámal Erik Hentze aftur í Sarpugerði. 47-ára gamli venjarin førdi Víking til FM í 2016 og 2017, og eftir eitt ár í NSÍ er hann aftur hjá felagsliðnum. Gunnar Vatnhamar ásannar, at eitt torført kappingarár er farið afturum, men at ein broyting er farin fram:
- Vit vóru "lost" í fjør; eg veit ikki beinleiðis, hvat gekk galið. Men hugburðurin var ikki tann sami. Og tað er eitt av mongum tingum, sum Bagge hevur ført inn aftur á liðið.
Viljin at vinna og koma út í Evropa aftur er sterkur í Sarpugerði, og júst evropeiskur fótbóltur er minsta málið hjá Gunnar og Víkingi:
- Vit eru altíð svangir eftir at vinna. Og tað at koma uttanlanda at spæla Europa League er eitt stórt upplivilsi, sum vit 100% vilja spæla. Eg veit ikki, um vit vilja tað meira enn vanligt - vit vilja bara altíð vinna. Vit fara at taka ein dyst á gangin, og so síggja vit hvussu langt tað røkkur okkum. Men vit skulu í minsta lagi út í Evropa at spæla.
Gunnar Vatnhamar, ið gerst 24-ára gamla seinast í hesum mánaðinum, fekk sítt verulig gjøgnumbrot undir Bagga. Stinni leirvíkingurin kann røkja fleiri pláss, og hann helt á við sínari menning í fjør, har hann gjørdist fastur partur av A-landsliðnum. Gunnar ynskir, at tað skal gerast til meira enn teir fýra dystirnir, ið víkingurin fekk í fjør:
- Eg havi fingið ein smakk av, hvussu stuttligt og spennandi tað er at spæla við landsliðnum. Eg vil bara hava meira av tí. Um eg fái kjansin aftur í ár. So eri eg klárur at takað av møguleikanum.
Les eisini:
Jóannes Bjartalíð: Vit skulu traðka í karakter
Árni Frederiksberg: Hava kvalitetin til at vinna á øllum
Petur Knudsen: Vit fara framvegis at skora nógv mál
Adrian Rúnasson Justinussen: Hugsa ikki meira um 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald