Fótbóltur

Jóannes Bjartalíð: Vit skulu traðka í karakter

KÍ hevur verið partur av oddinum seinastu árini, og Jóannes Bjartalíð og hinir í Klaksvík eru til reiðar at taka kampin upp aftur í ár.

Jóannes Bjartalíð sigur, at teir nýggju leikararnir eru komnir væl inn í hópin
(Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð sigur, at teir nýggju leikararnir eru komnir væl inn í hópin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-01 07:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd. Stórur spenningur er undan kappingarárinum, og í hesum døgum hava vit á Portalinum upptaktir við umboðum frá øllum feløgunum.  

Í fjør var KÍ væl við í FM-stríðnum fram til í august, har tvey tap ímóti havnarfeløgunum innan eina viku punkteraðu kappingarárið, og KÍ endaði á 4. plássi. Hetta kom eftir tvey kappingarár við silvurmedaljum og ávikavist einum stigi og nøkrum málum frá FM. Jóannes Bjartalíð, ið hevur verið fastur maður hesi árini í Klaksvík, sigur, at KÍ aftur vil bjóða av í ár: 

- Sjálvandi eru vit til reiðar at taka kampin upp í oddinum. Har eru nógv spennandi lið í ár, men vit eru til reiðar, og vit fara at geva okkum 100%, og so mugu vit síggja hvussu langt tað røkkur.

Eitt sermerkt og nógv umtalað er stóra útskiftingin hjá KÍ í ár. Fleiri leikarar eru farnir, og nógvir eru komnir til. Harav eru fimm útlendskir leikarar, og harvið er nógv fjølbroytni í hópinum. Sambært Jóannesi kann útskiftingin merkjast, men hann metir, at tað hevur gingið væl at fingið nýggju leikararnir inn: 

- Ja, vit hava havt stóra útskifting, og tað er ein avbjóðing at fáa alt at hanga saman. Men eg haldi, at teir nýggju leikararnir hava lært nógv uppá stutta tíð, og teir hava verið villigir til, at lurta eftir boðum teir hava fingið.

Ímillum teir ið eru farnir, eru profilar sum Páll Klettskarð, Semir Hadzibulic og Hørður Askham. Ímillum teir sum eru eftir, og sum skulu ganga á odda,er 22-ára gamli Jóannes Bjartalíð, sum hevur spælt 117 dystir og skorað 48 mál seinastu fýra árini undir Mikkjal Thomassen:  

- Tað er ongin ivi um, at vit hava mist nakrar heilt fantastiskar leikarir. Men vit hava fingið góða tilgongd og nú er tað eisini upp til okkum sum hava verið við Mikkjal her í KÍ síðani 2015 at traðka í karakter.

Til seinast spyrja vit álopskenda leikara, hvat málið hjá KÍ er: 

- At fáa evropeiskt pláss er altíð eitt krav, so upp í toppin skulu vit. Skulu eisini standa okkum nógv betri í steypakappingini enn undanfarna ár, og sjálvandi gera góðan figur úti í Evropa.

Les eisini: 
Árni Frederiksberg: Hava kvalitetin til at vinna á øllum
Petur Knudsen: Vit fara framvegis at skora nógv mál
Adrian Rúnasson Justinussen: Hugsa ikki meira um 2018

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder