Trý kappingarár á rað hevur Skála verið í bestu deildini. í 2017 og 2018 endaði Skála á 6. plássi. Undan hesum kappingarárinum meta fleiri, at Skála er til reiðar at taka næsta stigið og bjóða ovaru liðunum av. 27-ára gamli Ólavur Mikkelsen, ið hevur spælt yvir 200 dystir á besta liðnum hjá Skála, er ein av teimum
- Ja vit eru til reiðar og fara sjálvandi at gera alt fyri at bjóða ovaru liðunum av, hóast tað ikki verður nøkur løtt uppgáva.
Strandingurin sigur, at málið fyri 2019 er, at liðið skal fáa meira enn tey áleið 29 stigini í fjør og so vóna Ólavur og teir at flyta seg uppeftir á stigatalvuni:
- Sum øll onnur feløg, so ynskja vit sjálvsagt at klára okkum betri enn árið frammanundan. Vit eru seinastu tvey árini endaðir á einum 6. plássi, har tað hava manglað nokkso nógv stig í, fyri at rykkja eitt pláss upp á stigatalvuni. Vit ætla í hvussu so er at forbetra stigatalið ímun til í fjør, og um tað so ber við sær, at vit vinna okkum eitt pláss fram, so hevði tað verið stuttligt eisini.
Í Skálahópinum eru nógvir leikarar ið hava spælt við felagnum alt sítt lív, og sum hava verið við allan vegin úr 2. deild. Áðrenn kappingarárið í fjør var nógv útskifting, men nú undan seinna árinum hjá Eyðun Klakstein líkist Skála-liðið nógv tí í fjør, og sambært Ólavi er samansetingin í hópinum sera góð:
- Eg dugi ikki at siga, um tað er ein styrki beinleiðis, at vit hava eina lokala stammu, men tað hevur ikki verið stór útskifting í Skála hópinum til hetta kappingarárið, og tað er ein fyrimunur í hvussu so er. Eg haldi, at Skála hevur ein javnt góðan hóp, sum telir rímuliga nógvar leikarar, sum so eisini ger, at tað er kapping um plássini.
Ahmed Mujdragic og Brian Jakobsen eru farnir, meðan Ronni Møller-Iversen er komin til. Janus Svabo Samuelsen hevur eisini vant og spælt venjingardystir við Skála. Í vikuni kunngjørdi felagið, at 41-ára gamli Fróði Benjaminsen spælir í appelsingulum komandi kappingarár. Og hann er meira enn vælkomin inn í leikarahópin:
- Tølini hjá Fróða tala fyri seg, so tað er avgjørt ein góður maður at hiva inn í hópin.
Les eisini:
Gunnar Vatnhamar: Vit vóru "lost í fjør
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald