Føroyska U21 landsliðið setti gongd á sína EM-undankapping á Svangaskarði móti Kasakstan. Tað varð væntað, at talan fór at verða um ein tættan dyst, men hóast einki varð avgjørt fyrrenn í 94. minutti, so vóru føroyingarnir eitt fet ella tvey aftanfyri í dag. Har vóru góðar føroyskar løtur, men sum heild var tað ikki nóg mikið til at fáa stig.
Tjóðsangirnir vóru ikki meira enn lidnir, so lá bólturin í málinum aftanfyri Silas Eyðsteinssson. Útiliðið breyt ígjøgnum í høgru, og eftir gott inlegg var ein í gulum fyrst á og avsluttaði væl fyrstu ferð. Bæði í borðinum og inni í brotsteiginum var talan um ov passivt verjuspæl. Kasakstan setti seg á bóltin, og í stórum pørtum av fyrra hálvleiki slapp útiliðið at flyta bóltin runt, meðan føroyingarnir lógu rímiliga djúpt og bíðaðu. Í løtum hóttu føroyingar; fyrsta korterið komu tvær góðar støður, og tíggju minuttir fyri hálvleik var nær við at Adrian Rúnason Justinussen fekk sett bóltin í málið. Annars vóru føroyingarnir og fáir ella ov óneyvir á seinasta triðinginum, hóast grundspælið sá gott út.
Í 2. hálvleiki var myndin nakað tann sama. Fáir veruligir málmøguleikar vóru, og tað skuldi eitt føroyskt mistak til miðskeiðis í hálvleikinum fyri at lív kom í. Tað var innskifti Bachek til reiðar at revsa, og so gjørdist brekkan tyngri hjá liðnum hjá Eli Hentze og Hegga Samuelsen. Teit settu frískar kreftir inn eitt korter fyri tíð, og hetta gjørdi týðiliga mun; serliga Stefan Radosavljevic, ið var lívligur, og sum í 84. minutti birtist eina vón, tá hann við ferð og kraft trekti framvið einum verjuleikara og prikaði bóltin í málið.
Føroyingarnir royndu av øllum alvi at leggja trýst á, men vórðu revsaðir djúpt inni í yvirtíðini uppá eina umstilling eftir ein føroyskan deyðbólt. Kasakstan fekk harvið trý stig við sær heim og eina góða byrjan uppá undankappingina. Útilið vísti kynismu og leikararnir vóru bólttryggir. Hetta var helst orsøkin til, at føroyingarnir ikki fóru longur upp at trýsta, hóast liðið var aftanfyri allan dystin, men tá hetta hendi seint í dystinum, tá eydnaðist tað at stressa teir í gulum.
Á føroyska liðinum vóru ikki nógvir, ið skaraðu framúr. Avrikini vóru generelt ikki yvir miðal, men Stefan kom inn og gjørdu mun, og hugsast kann at við meira tíð á vøllinum kundi 18-ára gamli TB-leikarin verið við at skaffa Føroyum stig. So langt frá var føroyska liðið jú heldur ikki, og spælið sá heilt fornuftigt út til tíðir. 19-ára gamli Victor Emil Boje Henriksen úr Hvidorve spældi ein góðan dyst í miðverjuni - serliga við bóltinum - og har sær út til at vera ein spenanndi undankapping fyri framman hjá ungu monnunum, hóast úrslitið í fyrsta dystinum ikki var nakað at reypa av. Tað tekur tíð, tá nógvir nýggir koma inn á liðið, og hetta sóu vit millum annað í seinastu undankapping. Føroyar spæla aftur í september.
U21 EM-undankapping - bólkur 6, 1. umfar
Føroyar -Kasakstan 1-3 (0-1)
0-1 2' Akmal Bakhtiyarov
0-2 67' Dmitriy Bachek
1-2 84' Stefan Radosavljevic
1-3 90' (+4) Vladislav Prokopenko
Føroyar (4-1-4-1): Silas Eyðsteinsson - Ari Olsen, Bjarni Petersen, Viktor Henriksen, Ólavur Niclassen (69' Daniel Johansen) - Magnus Holm Jakobsen (76' Lukas Giessing Grenaa), Adrian Justinussen, Janus Svabo Samuelsen (87' Hugin Samuelsen *), Jákup B. Andreasen, Pætur Petersen - Mads B. Mikkelsen (76' Stefan Radosavljevic)
Høvuðsvenjari: Eli Hentze
Fótbóltur
U21: Føroyskt vónbrot á Svangaskarði
Eftir eina marrubyrjan var tað ein langur vegur inn í dystin í føroyingunum, ið fingu nakað av trýstið á Kasakstan ímóti endanum.
Tað rakk ikki til stig hjá Magnusi Holm Jacobsen og føroyingunum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2019-06-06 19:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald