Fótbóltur

Broytingar í landsliðshópunum

Jákup Biskopstø Andreasen fekk A-landsliðsboð í gjárkvøldið. Møguliga avloysir hann Brand Hendriksson Olsen, tí Helsingborg er rakt av koronu. Ólavur Niclassen hevur givið avboð til U21, og Arnbjørn Svensson er komin við.

Jákup B. Andreasen hevur her skorað fyri U21-landsliðið, ið hann kortini ikki fer at umboða hesuferð (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup B. Andreasen hevur her skorað fyri U21-landsliðið, ið hann kortini ikki fer at umboða hesuferð (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-29 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin vórðu hóparnir hjá A-landsliðnum og U21-landsliðnum  til komandi landsdystirnar úttiknir. Hetta var fyrsta úttøkan hjá Håkani Ericson við toymi og hjá Sámali Erik Hentze.

Hóparnir fara tó ikki at síggja heilt líka út, tá A-landsliðið hósdagin og næsta sunnudag spælir móti ávíkavist Malta (heima) og Andorra (úti), og tá U21-landsliðið tekur ímóti Ísrael mikudagin og Norðurmakedónia næsta týsdag

[object Object]
Håkan Ericson skal fyri fyrstu ferð standa á odda fyri føroyska A-landsliðnum, tá Malta vitjar (Mynd: Bjarni Enghamar)

[object Object]
Sámal Erik Hentze kunnger hópin til komandi U21-landsdystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Mikukvøldið gjørdist greitt, at Heri Hjalt Mohr avloysir Rene Shaki, og í gjár skrivaði Norðlýsið, at Jákup Biskopstø Andreasen er úttikin. 22-ára gamli liðformaðurin hjá KÍ hevur verið nevndur ofta í vikuni, sum eitt navn ið manglaði á listanum mánadagin, men nú er greitt, at hann skal við A-landsliðnum ístaðin fyri U21-landsliðnum í komandi viku. Hetta hevur Portalurin eisini fingið váttað, og vit hava eisini fingið at vita, at meira verður kunngjørt í dag. 

[object Object]
Ivasamt er, um Brandur Hendriksson, her í dysti í Svøríki, kann umboða Føroyar komandi dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Sum skilst eru møguliga fleiri broytingar í hópinum. At Jákup kemur inn, merkir ívussu er, at ein leikari frá upprunalistanum ikki verður við, tí har varð fullur hópur úttikin: 23 mans. Tað er sannlíkt, at talan er um Brand Hendriksson Olsen. Mánadagin gjørdist greitt, at leikari í fyrsta-liðs hópinum hjá Helsingborg hevði fingið koronu, og í dag skrivar Fotbollskanalen, at fleiri tilburðir eru staðfestir í felagnum, og at dysturin ímóti Djugården í morgin helst verður útsettur.

Les eisini: Korona í hópinum hjá Helsingborg

Harvið er væl hugsandi, at Brandur skal í sóttarhald, um hann so ikki sjálvur er smittaður, og tað at Jákup B. Andreasen er sentralur miðvallari ger, at tað bendir á, at tað íhvussu er hendan broytingin, ið er farin fram. 

Eisini broytingar á U21

At Jákup B. Andreasen nú verður partur av A-landsliðshópinum merkir, at har er eitt tøkt pláss í U21-hópinum. Facebook-síðan hjá Víkingi skrivaði fyrrapartin, at Arnbjørn Svensson er úttikin til U21-landsliðið. Harvið er hann avloysarin, men tað eru í roynd og veru tveir KÍ-leikarar, ið kortini ikki verða við liðnum hjá Sámal Erik Hentze. Hin er verjuleikarin Ólavur Niclassen, sum seinnu árini hevur verið fastur fúsur á U21-landsliðnum. Hann hevur givið avboð orskað av útbúgving, og harvið skal ein avloysara møguliga finnast.

Eit git er, at valt verður at flyta Daniel Johansen til U21-landsliðið til at røkja plássið, sum Ólavur annars var eitt upplagt val til, og síðani at taka ein annan vinstra bakk út til A-landslið. Upplagdir møguleikar til hetta eru Ári Mohr Jónsson, Magnus Egilsson og Alex Mellemggard. 


Sum sagt so koma allarhelst almenn boð frá FSF um broytingarnar seinni í dag.






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder