Fótbóltur

Korona í hópinum hjá Helsingborg IF

Liðið hjá Brandi Hendrikssyni rakt av smittuni.

Armin Gigovic er ein av ungu gávuríku spælarunum hjá HIF (Mynd: HIF)

Armin Gigovic er ein av ungu gávuríku spælarunum hjá HIF (Mynd: HIF)

2020-08-24 22:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein av leikarunum hjá svenska fótbóltsfelagnum Helsingborg IF, 18 ára gamli Armin Gigovic, hevur fingið staðfest koronasmittuna, skrivar felagið á heimasíðu síni.

Føroyski landsliðsleikarin, Brandur Hendriksson Olsen, er partur av hópinum hjá Helsingborg IF.

Smittaði leikarin var tó ikki við, tá liðið sunnudagin var í Stockholm og tapti 0-2 fyri AIK, og sostatt kom at liggjast niðjast á stigatalvuni.

Leikarin er settur í sóttarhald, og skal vera avbyrgdur til hann tað er staðfest, at hann hvørki hevur smittu ella sjúkueyðkenni.

- Vit hava gjørt okkum ómak og fylgt øllum leiðreglum hjá svenska fótbóltssambandinum, og vanligu reglurnar, sum eru galdandi í slíkum føri. Vit eru í tøttum samskifti við heilsumyndugleikarnar, og halda neyvt eyga við, um nakað meira skuldi hent, sigur læknin hjá liðnum, Harals Roos, við heimasíðuna hjá felagnum, hif.se.

Fótbóltssambandið hevur sett feløgunum strangar leiðreglur, sum skulu fylgjast í sambandi við venjing og dystir. Millum annað skulu allir leikarar, leiðarar og onnur, ið standa liðunum nær, hvønn morgun fylla út eitt oyðublað við kropshita og spurningum viðvíkjandi sjúkueyðkennum.

Av trygdarávum hava miðlar og onnur uttanfyristandandi ikki atgongd til komandi venjingarnar hjá Helsingborg IF.

Svenski venjarin hjá føroyska landsliðnum, Håkan Ericsson, hevði Brand Hendriksson við á listanum yvir landsliðsleikarar, ið eru úttiknir til komandi Nations League dystir móti Malta og Andorra 3. og 6. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder