Annað

Brúk fyri millum 1200 og 1500 sjálvbodnum til oyggjaleikir

Uppgávurnar eru alt frá servering og vakt til KT, tøkni ella at vera eitt av mongu spyr meg-fólkunum.

Marin Danielsen, fimleikur, Rúni Øster, badminton, og Oddvør Josephsen, frælsur ítróttur (Mynd: Betri Oyggjaleikir 2027)

Marin Danielsen, fimleikur, Rúni Øster, badminton, og Oddvør Josephsen, frælsur ítróttur (Mynd: Betri Oyggjaleikir 2027)

2026-05-07 14:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027 og tá verður brúk fyri nógvum sjálvbodnum. Fyrireikararnir hava nú sent eina fjølbroytta starvslýsing út.

Mett verður at brúk verður fyri millum 1200 og 1500 fólkum til alskyns uppgávur - alt frá servering og vakt til KT, tøkni ella at vera eitt av mongu spyr meg-fólkunum.

Á oyggjaleikunum í Føroyum koma 3000 íðkarar til Føroya at kappast í heili 14 ítróttagreinum.

Aftur fyri sítt tak fáa tey sjálvbodnu búna, mat, eina rimmar veitslu, eins og tey kunnu prýða sítt lívsrensl við arbeiðsroyndum frá Føroya størsta ítróttatiltaki.

Oyggjaleikirnir vera í døgunum 3. - 9. juli 2027.

Til ber at skriva seg upp sum sjálvboðin á heimasíðuni hjá Oyggjaleikunum fyri 2027 her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder