2022-02-05 20:28
Fyrsta av seks heiðurslønum til Ítróttarfagnaðin, sum í kvøld verður hildin á Hotel Hilton Garden Inn, er latin.
Talan um Ítróttarfyrimyndina 2021.
Og tað var 20 ára gamli Brynjar Poulsen, høvuðsvenjari í Royn, sum fekk heiðurslønina sum ársins fyrimynd. Brynjar er føddur við breki, sum ger at hann er partvís lamin í høgru lið.
Hann tekur í løtuni B-venjaraprógv hjá FSF, og hesum fáa hvalbingar ágóðan av. Men ungi venjarin ætlar sær eisini víðari og ætlar at venja tey bestu liðini í Føroyum. Kanska enntá uttanlands, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald