Oyggjaleikir 2019

Búgvi fekk heiðurin at tryggja Føroyum gullið

Judomenninir vunnu ein tryggan finalusigur á Saaremaa fyri løtu síðani.

Vinnarakastið

Vinnarakastið

2019-07-11 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við einum flottum kasti, kallað ’Tomoe Nage’ tryggjaði veteranurin á føroyska judolandsliðnum, Búgvi Poulsen, Føroyum finalusigurin í judokappingini fyrilið.

Saaremaa stóð hinu megin máttuna. Fyrstur av øllum varð Bárður Hentze Lenvig, og hann gjørdi skjótt av og vann á sínum mótstøðumanni eftir 29 sekund.

Av tí, at Saaremaa bert stillaði við fýra monnum, vann Jógvan Páll Kristiansen uttan at berjast, og so kom túrurin til Búgva Poulsen. Vann hann var finalan avgjørd.

Og har var ongin slingur í valsinum. Eitt flott kast, mótstøðumaðurin endaði á rygginum, 10-0 til Føroyar stóð á máltalvuni og dysturin var avgjørdur.

Onkur sigur, at hatta er yndiskastin hjá Búgva Poulsen.

Sjálvur segði hann eftir dystin, at tað er kastið hann brúkar, tá hann ikki rættiliga veit, hvat hann skal gera.

- Hin virkaði rættiliga sterkur, so eg kendi meg ikki vissan í sigrinum, segði Búgvi Poulsen.

Stór frøi var á føroyskum íðkarum og viðhaldsfólki eftir flotta føroyska sigurin. Føroysk judoítrótt kann vera errin av avrikinum á hesum oyggjaleikum: 5 gull, 2 silvur og 7 bronsuheiðursmerki.

Vit kunnu iðra okkum um, at judo er so lítið umboða á oyggjaleikum yvirhøvur. Tað eru 10 ár síðan judo var við seinast – í 2009 í Álandi, og ivasamt er enn, um judo verður við um tvey ár á Guernsey.

Danski landsliðsvenjarin hjá føroyingum, Roland Vogt, var eisini væl nøgdur eftir kappingina í dag. Bara tað, at teir báðir tungu dreingirnir, Edvard og Sigmundur, ongan dyst fingu í dag, tí allir vórðu avgjørdir áðrenn komið varð so langt, sigur nakað um føroysku styrkina í kappingini.

Føroyingar vóru eisini einasta land, sum var umboðað í øllum vektflokkum í kappingini, bæði fyri kvinnur og menn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder