Annað

Búgvi gjørdist Europameistari

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir luttakarar eru í EM-kappingini fyri veteranar. Umframt Búgva er Jógvan Páll Kristiansen eisini við.

(Mynd: Judo.fo)

(Mynd: Judo.fo)

2022-06-03 16:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Búgvi Poulsen kappaðist í gjár um Europameistaraheitið fyri veteranar.

Kappingin er fram í Heraklion á griksku oynni Kreta. Búgvi kappast í vektbólkinum -81 kg. í bólki M5, sum eru menn millum 50 og 55 ár.

Fyrsti dystur hjá Búgva var móti Nugar Kotchlamazashvili úr Georgia, og hendan dystin vann Búgvi.

Síðani kom hann móti Angel Benavides Plat úr Spania, ið varð mettur at vera sterkasti luttakarin í bólkinum, og hendan dystin vann Búgvi eisini.

Finalan var móti svianum Peter Wensberg, og eisini hendan dystin megnaði Búgvi at vinna, og harvið gjørdist hann Europameistari.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir luttakarar eru í EM-kappingini fyri veteranar. Umframt Búgva er Jógvan Páll Kristiansen eisini við. Hann kappast leygardagin í vektbólkinum -73 kg. í bólki M2, sum eru menn millum 35 og 39 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder