Aftur í dag er stórur spenningur í judohøllini í Gibraltar, sum liggur innigyrd á bretsku hernaðarstøðini, kallað Devil’s Tower.
Tað eru teir tyngru flokkarnir, sum eru á skránni í dag. Byrjað verður við flokkinum 81 kilo, og tað er nú greitt, at veteranurin Búgvi Poulsen, sum eisini var við á seinastu leikunum í Gibraltar í 1995, skal berjast um gullið um eina løtu.
Møguleiki var eisini, at hin føroyski luttakarin, Nicolai Skoubo, skuldi í finaluna, men hann tapti tíverri eina javna hálvfinalu móti einum íðkara frá Menorca.
Av tí at so nógvir luttakarar eru í hesum bólkinum, er eitt tap í hálvfinaluni ikki tað sama sum ein bronsa. Her skulu teir stríðast í bronsufinalum eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald