Fótbóltur

Bulgarskir áskoðarar handtiknir

Rasistiskur atburður verður ikki góðtikin á fótbóltsleikvøllum.

Bulgarsku áskoðararnir, sum vístu ósømiligan atburð, vórðu vístir av áskoðaraplássunum áðrenn dysturin mánakvøldið kundi gjøgnumførast (Mynd: EPA)

Bulgarsku áskoðararnir, sum vístu ósømiligan atburð, vórðu vístir av áskoðaraplássunum áðrenn dysturin mánakvøldið kundi gjøgnumførast (Mynd: EPA)

2019-10-16 14:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í Bulgaria hevur handtikið fýra persónar í sambandi við rasistiska atburðin, ið varð vístur á áskoðaraplássunum í dystinum millum Bulgaria og Ongland mánadagin. Tað skrivar bretski miðilin Sky Sports.

Tvær ferðir mátti dómarin bróta dystin av orsaka av rasistiskum rópum og ljóðum frá áskoðaraplássunum vend mótu littu leikarunum hjá Onglandi.

- Vit arbeiða framvegis við at eyðmerkja aðrar persónar frá hendingini, sigur bulgarska løgreglan, sambært Sky Sports.

Umframt at rópa rasistisk róp eftir ensku spælarunum, so vísa myndir frá áskoðaraplássunum eisini, at bulgarskir áskoðarar vístu nasi-heilsan. Tjóðarleikvøllurin í høvuðsstaðnum, Sofia, var frammanundan hálvtómt orsaka einum Uefa-dómi viðvíkjandi rasistiskum atburði í øðrum dystum.

Dysturin varð spældur at enda, og onglendingar vunnu ein greiðan 6-0 sigur. Men dysturin hevur eisini fingið avleiðingar.

Í gjár legði forsetin fyri bulgarska fótbóltssambandið, Borislav Mihailov, frá sær.

Frammanundan hevði hann fingið eina áheitan frá landsins stjórn um at gevast. Stjórnini hóvar ikki, at Bulgaria verður sett í samband við rasismu og fremmandahatur.

Í gjárkvøldið tók evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, upp mál móti Bulgaria við støði undir rasistisku tilburðunum.

Eisini enska fótbóltssambandið, FA, er skuldsett, tí enskir fjepparar, sambært Uefa, eitt nú órógvaðu tá bulgarski tjóðsangurin varð spældur undan dystinum.

Eftir dystin segði bulgarski landsliðsvenjarin, Krasimir Balakov, at hann ikki hevði hoyrt rasistisk róp ella ljóð undir dystinum.

Í gjárkvøldið gav hann kortini ensku leikarunum eina umbering á Facebook.

- Eg fordømi treytaleyst allar formar fyri rasismu. Slíkur atburður, sum stríðir móti vanligum menniskjaligum samskifti, verður ikki góðtakin. Slíkir fordómar áttu at verið jarðaðir í fortíðini. Ongin eigur at uppliva slíkt. Eg biði teir leikarar, ið kendu seg niðraðar, um umbering, skrivar venjarin.

Aleksander Ceferin, Uefa-forseti, sendi í gjár út eina fráboðan https://www.uefa.com/insideuefa/news/newsid=2628172.html

um, at Uefa ikki góðkennir rasistiskan atburð, og at felagsskapurin gevur harðar revsingar fyri slíkan atburð. Hendingarnar í Sofia vórðu kortini ikki nevndar í hesi fráboðan.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder