Hondbóltur

Bumba í Füchse Berlin: Meistaravenjarin er uppsagdur

Ítróttarstjórin í felagnum hjá Hákuni West av Teigum er eisini farin, og Nikolaj Krickau kemur inn til báðar hesar leiklutirnar. Krickau hevur fyrr verið venjari hjá Mathias Gidsel, sum er stóra stjørnan í felagnum.

Jaron Siewert er noyddur at ásanna, at ítróttarheimurin ofta kann vera kaldur. Sum skilst hava ósemjur verið við stjóran Bob Hanning - Siewert er eisini settur í samband við eitt skifti til Kiel (Mynd: EPA)

Jaron Siewert er noyddur at ásanna, at ítróttarheimurin ofta kann vera kaldur. Sum skilst hava ósemjur verið við stjóran Bob Hanning - Siewert er eisini settur í samband við eitt skifti til Kiel (Mynd: EPA)

2025-09-04 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er altíð ikki nóg mikið at skapa eitt meistaralið ella at venja tað. Hetta noyðast Stefan Kretzschmar og Jaron Siewert at ásanna.

Füchse Berlin hevur í dag slept eina veruligari bumbu í hondbóltsheiminum: Ein fráfaringaravtala er í vikuni gjørd við ítróttarstjóran, Kretzschmar, og fyrsti meistaravenjari í søguuni er í dag uppsagdur í felagnum. Hetta eisini eftir tríggjar sigrar av trimum møguligum higartil í kappingarárinum.

Ikki tí; søgur hava verið frammi um, at hetta fór at vera seinasta árið hjá greipuni. Í øllum førum hjá Siewert. 

At ósemja hevur millum ítróttarstjóra og sjálvan stjóran í felagnum, Bob Hanning, hevur eisini ljóðað. Nú er nevin knallaður í borðið.

Bert 31-ára gamli Jaron Siewert hevur tvey ár á rað leitt Füchse til tvær evropeiskar finalur á rað - Champions League í juni - og sjálvandi eisini meistaraheitið. Gitingar eru um, at hann kann enda sum nýggjur venjari hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel næsta summar.

Krickau skal nú stýra

Nikolej Krickau varð uppsagdur í Flensbrg-Handewitt í vetur. Danin er tó framvegis eitt heitt navn í hondbóltsheiminum - serliga eftir avrikini í GOG.

Har var Mathias Gidsel ein profilur. Nú er bakspælarin heimsins besti spælari, og maðurin sum Füchse Berlin veruliga hevur satsað uppá. 

At Gidsel hevur verið spurdur eftir í hesum, eru hondbóltsserfrøðingar so at siga á einum máli um.

Nikolej Krickau verður bæði venjari og ítróttarstjóri í týska høvuðsstaðarfelagnum næstu árini.

[object Object]
Nikolej Krickau hevur fingið eina risa uppgávu (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder