Hondbóltur

Bundesliga: Liðini hjá Hákuni og Vilhelmi eru javnsett oddalið

Hákun West av Teigum skoraði trý mál, tá Füchse í kvøld vann á meistarum í fjør. Elias og Kiel kunnu leggja seg beint undir tey, um tað eydnast at vinna í Flensburg í morgin.

Hákun West av Teigum skoraði fimm mál í Niðurlondum sunnudagin. Hann fekk eisini týðandi mál í týðandi sigri í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum skoraði fimm mál í Niðurlondum sunnudagin. Hann fekk eisini týðandi mál í týðandi sigri í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-21 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oddastríðið í Bundesliguni er ógvuliga tætt í ár, og fleiri føroyingar eru íblandaðir har frammi í "sterkastu deild í heiminum".

Vilhelm Poulsen hevur gamaní ikki spælt seinastu vikurnar vegna skaða í lærkrikanum. Høgri bakkurin er á veg aftur men hugdi at, tá Hannover-Burgdorf vann 36-35 í torføra útidystinum í Mannheim í gjárkvøldið. Rhein-Neckar Löwen var á veg aftur í 2. hálvleiki, men útiliðið helt fast.

Melsungen tapti óvæntað greitt í Hannover í gjár, so Hannover var eina løtu einsamalt á 37 stigum og nummar eitt. Revarnir úr Berlin komu tó upp har í kvøld. Teir sigraðu á útivølli móti meistarunum Magdeburg.

Málverjin Dejan Milosavljev var stórspælandi við 16 bjargingum. Hákun West av Teigum skoraði trý mál uppá fýra skot í 33-30 sigrinum.

Harvið hevði 23-ára gamli høgri vongurin úr Hoyvík sín leiklut í sigrinum, sum sendi høvuðsstaðarfelagið upp á 1. plássið - fimm dagar eftir at hann skoraði fimm mál í søguliga føroyska sigrinum í Niðurlondum.

Sí eisini: Fyrsti útisigur nakrantíð í EM-undankapping

Oddastríðið í løtuni: 
1. Füchse Berlin 37 stig (Hákun West av Teigum) *
2.
TSV Hannover-Burgdorf 37 stig (Vilhelm Poulsen) *
---------------------------------------------------------------
3. MT Melsungen 36 stig
4. THW Kiel 34 stig (Elias Ellefsen á Skipagøtu) **
5. Flensburg-Handewitt (Jóhan á Plógv Hansen) 31 stig

*Füchse hevur betri málúrttøku
** Hava ein dyst færri - spæla í annaðkvøld klokkan 17 

Bert tvey tey fremstu plássini geva atgongd til Champions League næsta ár. Hetta er 23. umfar av 34.

Leygarkvøldið spæla Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel  móti Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt. "Die Nord-Derby" er ógvuliga týðandi - dysturin byrjar í morgin klokkan 17, føroyska tíð, og sæst á TV3 Max og Viaplay.

Hákun og Füsche hava Champions League dyst móti Kielce mikukvøldið 26/3. Talan er um fyrra play-off dystin í stríðnum um at koma til fjórðingsfinaluna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder