Fótbóltur

Burton á torførari vitjan í Manchester

Manchester City tekur ímóti Burton Albion í hálvfinaluni í League Cup.

2019-01-09 16:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrra hálvfinalan millum Manchester City og Burton Albion í League Cup verður spæld í kvøld.

Talan er um ein dyst millum ensku meistararnar ú Manchester City og Burton Albion, sum í løtuni liggja á 9. plássi í triðju bestu ensku deildini.

Manchester City vann kvartfinaluna eftir brotssparkskapping móti Leicester City, meðan Burton Albion vann 1-0 á útivølli móti Middlesborough.

Manchester City eru ovurstórir favorittar til dystin í kvøld, sum verður spældur klokkan 19:45.

Í gjár var fyrra hálvfinalan spæld millum Tottenham og Chelsea. Tottenham vann dystin 1-0.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder