Hondbóltur

Búsetur heldur fram sum stuðul hjá Hondbóltssambandinum

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Sjúrður Holm, stjóri í Búsetri, skrivaðu fríggjadagin undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til og við 2023.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2021-06-20 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hondbóltssamband Føroya og byggivirkið Búsetur hava longt samstarvsavtaluna, og verður fyritøkan sostatt verandi ein sjónligur stuðul hjá Hondbóltssambandinum komandi hálvttriðja árið, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuna.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Sjúrður Holm, stjóri í Búsetri, hittust á HSF-skrivstovuni á Frúutrøð fríggjadagin, har sáttmálin var undirskrivaður. Sáttmálin er galdandi til og við 2023.

Gunn Ellefsen sigur, at tey eru sera fegin um, at Búsetur heldur fram sum stuðul.

– Teir hava verið við, nú vit hava verið í einum tíðarskeiði, har vit hava roynt at lyft landsliðsarbeiðið upp á eitt hægri stig, og vit gleðast nú teir vilja verða við at tryggja, at hetta virksemi kann vera støðugt og áhaldandi komandi árini, sigur hon.

– Vit í Búsetri hava verið við á hondbóltferðini hjá føroyskum hondbólti í nøkur ár nú. Menningin hevur verið eyðsýnd og úrslitini góð bæði hjá ungdóminum, teimum vaksnu, kvinnum og monnum. Sum byggifyritøka fegnast vit um, at vit eisini kunnu vera við til at leggja grundarsteinar og byggja upp í ítróttarhøpi, sigur Sjúrður Holm, stjóri á Búsetri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder