Í gjár var lutakast í Sveis um bólkabýtið til komandi HM-undankapping fyri A-landslið við monnum. Føroyar komu í bólk F, saman við Danmark, Eysturríki, Skottlandi, Ísrael og Moldova.
Les eisini:
Føroyar og Danmark í bólki saman
- Skulu sjálvandi trúgva uppá at vit hava ein møguleika í øllum dystunum
Her er bólkabýti í HM-undankappingini
Nú er leikskráin gjørd fyri bólkarnar. Tað boðar Fótbóltssambandi frá. Av tí at Føroyar eru eitt “vetrarland” í UEFA høpi, verða allir heimadystirnir hjá liðnum hjá Håkani Ericson spældir í september og oktober. Tríggir dystir verða í Føroyum í september, og tveir í oktober. Útidystirnir verða tískil spældir í mars og í november.
Byrjað verður við trimum útidystum. Hetta er seinastu vikuna í mars. Føroyska liðið byrjar í Moldova. Endað verður í Danmark og Ísrael í november.
Skráin sær soleiðis út:
25. mars
Moldova – Føroyar
28. mars
Eysturríki – Føroyar
31. mars
Skottland – Føroyar
Juni
Tveir venjingardystir
1. september
Føroyar – Ísrael
4. september
Føroyar – Danmark
7. september
Føroyar – Moldova
9. oktober
Føroyar – Eysturríki
12. oktober
Føroyar – Skottland
12. november
Danmark – Føroyar
15. november
Ísrael – Føroyar
Væntandi verða tveir venjingardystir á skránni í juni mánað, men hvørji mótstøðulondini verða, er ikki endaliga greitt enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald