– Hetta er ein spennandi og áhugaverdur bólkur við nøkrum londum, sum eg meti hava hvør sín spælistíl. Vit skulu sjálvandi trúgva uppá, at vit hava ein møguleika í øllum dystunum, men tað verður torført, eingin ivi um tað.
Til lutakastið í Nyon gjørdist greitt, hvørjum londum føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla ímóti í komandi HM-undankapping. Føroyar komu í bólk F saman við Danmark, Eysturríki, Skottlandi, Ísrael og Moldova, og Håkan Ericson, landsliðsvenjari sigur soleiðis við heimasíðuna hjá FSF.
– Onkuntíð síggja avbjóðingar ómøguligar út framman undan, men tá man síðan hevur hugt nærri at uppgávuni, byrja møguleikarnir at síggjast, og tað er hesum møguleikum vit skulu fara eftir, sigur landsliðsvenjarin
Fótbóltssambandið boðar frá, at seinnapartin í morgin verður kunngjørt, hvussu leikskráin kemur at síggja út. Dystirnir verða spældir í tíðarskeiðnum frá mars til november komandi ár. Føroyar spæla sínar fimm heimadystir í september-oktober.
Les eisini: Føroyar og Danmark í bólki saman
- Føroyar verður sum ein gongutúr
HM-undankappingin 2021 - Bólkur F:
Danmark
Eysturríki
Skotland
Ísrael
Føroyar
Moldova
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald