Fótbóltur

- Føroyar verður sum ein gongutúrur

Kendi danski frásøgumaðurin og viðmerkjarin, Flemming Toft, sigur við TV2, at virðingin er har, men at talan er um ein frálíkan bólk fyri Danmark, og at vegurin til HM-endaspælið er slættaður.

Andreas Skov Olsen og Danmark vunnu 4-0 á Føroyum í venjingardysti fyri tveimum mánaði síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Andreas Skov Olsen og Danmark vunnu 4-0 á Føroyum í venjingardysti fyri tveimum mánaði síðani (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-07 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, hvussu bólkabýti til komandi HM-undankapping sær út. Fyri Føroyar var tað millum annað áhugavert, at A-landsliðið hjá monnum komandi ár fyri fyrstu ferð í 30 ár skal spæla undankappingardyst í fótbólti móti Danmark. Hetta hendi seinast í undankappingini EM 1992, har Føroyar millum annað spældu ein minniligan dyst í gomlu Ítróttarparkini. Ein ítróttarhending ið Suni Merkistein á fralíkan hátt hevur lítt aftur á nýggja Dokumentarrøðini "Vit herja á"

Sí partin um dystin í Parkini her

Les eisini: Føroyar og Danmark í bólki saman

Eysturríki verður eisini í bólkinum, og har er eisini upplagt at hugsa um fyrstu undankappingina, ið Føroyar yvirhøvur luttóku í aftur. Tað er helst lítil ivi um, at hetta á ymsan hátt var eitt gott lutakast fyri Føroyar. Í donskum miðlum er so eingin ivi um, at tað hetta valla verið verri á nakran hátt. 

Ekstrablaðið kallar tað eitt dryemalutakast, og kendi danski viðmerkjarin, Flemming Toft, ið er viðmerkjari hjá TV2 Sport sigur, at danskur fótbóltur er á veg til Katar, har endaspælið verður í 2020: 

- Vegurin er slættaður: Hetta er eitt super lutakast fyri Kasper Hjulmand og landsliðið.

[object Object]

[object Object]
Flemming Toft (ovara myndin) sigur, at vegurin hjá Hjulmand og liðið hansara til Katar nú liggur víðopin (Mynd: Sverri Egholm)

Flemming Toft ynskti áðrenn lutakastið júst Føroyar úr styrkisbólki fimm. Og tað fingur danir: 

- Og so hava vit Føroyar - ein gongutúrur - sjálvt um øll virðing skal verða við. Men vit hava spælt ímóti teimum fýra ferðir og málúrttøkan er 14-1

Einasta málið ið Føroyar hava skorað móti Danmark var tað til 1-1 í umtalaða EM-undankappingardystinum í Keypmannahavn, tá 18-ára gamli Allam Mørkøre kastaði seg fram og fekk Peter Schmeichel at kasta seg heilt inn í netmeskarnar til fánýtis.

Flemming Toft vísur eisini á, at Eysturrríki og Skotland eru so at siga tey best hugsandi at hitta úr ávíkavist styrkisbólki nummar tvey og nummar trý; millum annað tí at tey ikki hava so nógvar royndir við endaspølum. Tað hevur Ísrael als ikki, og túrurin til Tel Aviv er tann einasti, ið veruliga er langur, vísur Toft á. 


HM-undankappingin 2021 - Bólkur F:
Danmark
Eysturríki
Skotland
Ísrael
Føroyar
Moldova

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder