Føroyar og Danmark skulu komandi ár spæla undankappingardyst í fótbólti fyri fyrstu ferð í 30 ár. Hetta gjørdist greitt í Nyon í Sveis fyri einari lítlari løtu síðani.
Londini hittust í venjingardyst fyri tveimum mánaðum síðani - nú stendur meira uppá spæl, og danir skulu vitja á Tórsvølli einaferð komandi ár. Danmark er tað sterkasta liðið í bólkinum á pappírinum men helst tað veikasta úr hægsta styrkisbólkinum. Danir eru júst komnir í hægsta styrkibólk, og Flemming Toft ynskti áðrenn lutakastið Føroyar úr styrkisbólki fimm
Tað var jaligt, at Føroyar fingu eitt lið úr styrkisbólkinum niðanfyri, og at talan veðrur um tíggju undankappingardystir. Moldova, ið Føroyar ongantíð hava spælt ímóti á A-landsliðsstøði fyrr, er helst tað sterkasta av teimum fimm sum vóru úr styrkisbólki seks og ferðin verður long.
Tað verður hon eisini til Ísrael, har Føroyar eru í gongd við at lata upp eina sendistovu. Seinast Føroyar og Ísrael hittust var fyri 15 árum síðani - í undankappingini til HM 2006 - tá Símun Samuelsen skoraði eitt minniligt mál til 2-1 í Tel Aviv.
Talan verður eitt "nostalgiskt" aftursýn, tá okkara menn skulu spæla ímóti Eysturríki, ið vit hava verið í bólki saman við tvær ferðir áður í hesari øldini.
Skotland er eisini áhugavert: Føroyar hava tvær ferðir áður fingið javnleik móti skotum á heimavølli og í 2006 spældi føroyska liðið væl, tá Skotland vitjaði á Svangaskarði á triðja sinni. Skotland hevur júst spælt seg til sítt fyrsta endaspæl í hesari øldini.
HM-undankappingin 2021
Bólkur F:
Danmark
Eysturríki
Skotland
Ísrael
Føroyar
Moldova
Fyrstu dystirnir í undankappingini verða leiktir í mars. Allir verða á útivølli men endaliga skráin er ikki til reiðar enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald