Fult umfar í bestu kvinnudeildini varð leikt í kvøld, og eftir umfarið er greitt, at FM-stríðið bara er blivið enn meira spennandi.
Oddaliðið KÍ tók ímóti NSÍ í Klaksvík. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men tíðliga í seinna hálvleiki kom hol á. Tað var Maria Biskopstø, sum legði KÍ á odda 1-0. NSÍ royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, og lítla løtu seinni raktu kvinnurnar úr Runavík tvørtræið. Áhalandi trýst gjørdi at skjóta Heidi Sevdal gjørdist leys og smekkaði bóltin í netið.
Hóast KÍ royndi at trýsta og hevði fleiri góðar møguleikar, endaði dysturin 1-1, og tað vóru helst tær í gulum, sum vóru fegnari fyri tað. EBS/Skála, sum í kvøld hevði vitjan av botnliðnum AB/B71, hevði ikki stórvegis trupulleikar, og vann 4-0. Felagsliðið hjá teimum í Sundalagnum og á Skála kemur sostatt upp á javnt við KÍ á fyrsta plássi.
Víkingur vann 2-1 á útivølli móti B36 meðan HB vann trygt á Dungasandi, 5-1 ímóti 07 Vestur.
Úrslit í 15. umfari
EBS/Skála - AB/B71 (1-0)
3’ Lea Lisberg 1-0
52’ Lea Lisberg 2-0
58’ Bjarta E. Djurhuus 3-0
90’ Lea Lisberg 4-0 brotsspark
07 Vestur - HB 1-5 (0-2)
6’ Poula Andreasen 0-1
34’ Lea Tórarenni Johansen 0-2
50’ Sissal Haralsen 1-2
54’ Ása Stórá Carlsen 1-3
77’ Sunniva Willemoes 1-4
80’ Sunniva Willemoes 1-5
B36 - Víkingur 1-2 (1-1)
15’ Hanna Isaksen Højgaard 0-1
35’ Rakul Maria Johannesen 1-1
51’ Jensa Tórólvsdóttir 1-2
KÍ - NSÍ 1-1 (0-0) Sí myndir
57’ Maria Biskopstø 1-0
68’ Heidi Sevdal 1-1
Støðan í Betri deildini kvinnur
1. KÍ 30 stig
2. EBS/Skála 30 stig
3. NSÍ 27 stig
4. HB 24 stig
5. Víkingur 23 stig
6. B36 16 stig
7. 07 Vestur 9 stig
8. AB/B71 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald