Tá danska tennisstjørnan Caroline Wozniacki í nátt tapti í trimum tøttum settum móti Ons Jabeur úr Tunesia, var hetta eisini eitt farvæl til ein av markantu kvinnuligu stjørnunum í ferðandi tennissirkusinum.
Bert 29 ára gomul hevur danska Caroline við pólskum foreldrum og eftirnavni, valt at gevast júst í avstralsku kappingini, sum var tann einansta av teimum stóru Grand Slam stevnunum, sum henni eydnaðist at vinna.
Hóast Caroline Wozniacki ikki gjørdist ein teirra, sum vann Grand Slam kappingar í hópatali, so verður hon kortini mett millum tær størstu. Á listanum yvir teir leikarar, sum hava vunnið flest pengar í karrieruni liggur hon á einum fjórða plássi. Bara Williams-systrarnar og Maria Sharapova hava vunnið meira.
(Mynd: EPA)
Hæddarpunktið í karrieruni hjá Caroline Wozniacki var tá hon fyri tveimum árum síðani endiliga vann Australia Open. Bara tann sigurin gav henni yvir 18 milliónir krónur í sigurspengum. Tilsamans í karrieruni hevur hon vunnið næstan 240 milliónir krónur.
Longu í 2010 eydnaðist tað Caroline Wozniacki at koma upp á nummar eitt á styrkilistanum fyri kvinnur. Hon hevur ligið á fyrsta plássi her í 71 vikur tilsamans, býtt á trý ymisk tíðarskeið.
Bert átta kvinnur hava ligið longur enn hon á fyrsta plássi á heimsstyrkilistanum hjá WTA.
Hon gjørdist professionell sum 15 ára gomul, og sum professionell hevur hon spælt tilsamans 899 dystir, harav hon hevur vunnið 635 og tapt 264. Sum professionell hevur Carolina Wozniacki vunnið 32 kappingar, 30 í einmansleiki og tvær í tvímansleiki. Fyrsta kappingin hon vann var Nordic Light Open í Stockholm sum 18 ára gomul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald